Tíðindaskriv
Farna vikuskiftið vóru umboð fyri badmintonsambandið, BSF, á árligu ráðstevnuni og aðalfundinum hjá Badminton Europe.
Í Badmintonsambandinum eru vit samd í, at hetta sambandi við Badminton Europe skapar nógvar møguleikar fyri okkara leikarar. Eitt nú styrkja vit sambondini millum bæði norðurlendsku og europeisku badmintonsambondini, har vit eitt nú samstarva um Summer School venjingarlegu og Small State kappingar.
Í badminton er nógv er at taka fatur í, og at tað er stuttligt at síggja og merkja, at vit eru partur av einum góðum og sterkum felagsskapi, sum kann vera við til at menna føroyskt badminton.
Tøknin og ítróttin
Nógv ymiskt var á ráðstevnuni, millum annað hvussu stóran týdning tað hevur at halda børnum og ungum til at íðka. Fyrilestrahaldarin legði fram tøl sum vísti, at í dag lækka tølini fyri ungar íðkarar í øllum ítróttagreinum. Tøkin fyllir nógv hjá teimum ungu, so tí kann tað hava stóran týdning, at digitala verðin verður hugsað inn í, hvussu venjingarnar skulu skipast.