Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.04.2025 10:48

Lestrarfeløg úr Norðurlondum og Baltikum savnað í Føroyum

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Hósdagin tók Barna- og útbúgvingarmálaráðið ímóti umboðum frá lestrarfeløgum úr Norðurlondum og Baltikum í sambandi við eina útbúgvingarráðstevnu, sum Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) skipar fyri í hesum døgum.

Ráðstevnan er partur av formliga netverkinum Nordiskt Ordförande Möte (NOM), sum hevur til endamáls at styrkja samstarv og ávirkan millum norðurlendsku og baltisku lestrarfeløgini, við serligum atliti at hægri útbúgving. Hetta er triðju ferð, at Føroyar hýsa ráðstevnuni — undanfarnu ferðirnar vóru í 1989 og 2019.
Evnið fyri ráðstevnuna í ár er “Lesandi og fráflyting” (Student Migration), og snýr seg um stóru avbjóðingina, sum smærri lond ofta standa í, tá ungfólk flyta út ella flyta í onnur lond? at nema sær útbúgving og ikki altíð venda heim aftur.

Fyrsta vitjanin á skránni var í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, har Terji Beder, fulltrúi í hægri útbúgving, hevði eina innleiðandi framløgu um føroysku útbúgvingarskipanina fyri luttakarunum. Framløgan gav eitt breitt innlit í bygnaðin í skipanini og setti serliga sjóneykuna á tey øki, har fráflyting hevur størst ávirkan. Eisini varð tosað um politiskar ætlanir, eitt nú framtíðar kampusætlanina og føroyska luttøku í evropeiskum útbúgvingarsamstarvi og -skráum.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið fegnast um vitjanina og virðir tað stóra íkast, sum lesandi geva til kjakið um framtíðina hjá føroysku hægri útbúgvingini.