Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.04.2025 10:50

Jastrid og Sámal

Jarnbrúðleyp mikudagin 09. apríl. Ein heilsan á 70 ára brúðleypsdegi tykkara.

Tað er við ávísum stoltleika og æru, at eg vil skriva tykkum báðum nøkur orð, nú tit bæði hava verið gift í heili 70 ár!

Ikki neyðugt at fara so nógv inn á, hvat tit hava verið fyri so mong av okkum, tí tykkara partur hevur ongantíð ligið eftir.

Kann bara minnast tykkara íkast – til at kunna festa búgv og at vera nakað fyri míni kæru.

Innan samkomuna hava tit so sanniliga sett tykkara spor, tí eg hoyri bara um hesi tøkini, sum tit hava lagt eftir tykkum.

Vit eru mong, sum bara kunnu minnast aftur á alt tykkara hjálpsemi, sum vit øll hava so nógv at takka fyri!

Sum onkur nevndi, so er slíkur vilji til at geva – uttan at fáa, ikki so ofta sæddur í dag, men her hava tøkini hjá tykkum báðum sett seg hjá mongum, sum vilja takka tykkum so hjartaliga.

Mikudagin fara vit at halda dagin saman við tykkum, tí tað er ein stórur framíhjárættur at hava tykkum millum okkara.

Ein hjartans tøkk og hjartaliga til lukku við stóra degnum!

Heilsan 

Versonurin

Fríðálvur  A. Jensen