Á Heiðavegi 15 í Saltangará, á næst ovastu hædd á skrivstovuni, sum vendir oman ímóti kaiini og Faroe Origin, situr Andras S. Gregersen, stjóri í ASG sp/f – Maritime Consultant & Surveyors.
Sólin bakar oman og niðan, men tað er kalt í veðrinum, tá ið Eysturoyarportalurin hendan hósmorgunin er komin á gátt á fjálgu og hugnalgu skrivstovuhølinum í Heiðunum.
Á borðinum stendur nýbryggja kaffi, rundstykkir og ein smørkaka.
Andras byrjar at fortelja, at hann bleiv partur av hesum felagnum heilt afturi í 1989. Tá æt felagið Rosendal og røkti mest uppgávur fyri Bureau Veritas. Men í 2008 yvirtók hann allan partapeningin í familjufyritøkuni og í 2018 skifti fyritøkan so navn til Sp/f ASG.
Andras sigur, at høvuðsdenturin hjá fyritøkuni er at veita tænastur til skip og bátar.

Høvuðstættirnir sum fyritøkan ger fyri kundarnar eru, at gera skip klár til klassasýn og kanning av skipum tá ið ein reiðari ætlar at keypa eitt skip, projektstýring í samband við nýbyggingar og umbyggingar, dagføring av skipsskjølum og at gera arbeiðs-og leiðslustýringar til skip.
Aðaltátturin í virkseminum er at bøta um og hækka trygdina á sjónum, sigur hann.
Andras hevur siglt í handilsflotanum í fleiri ár. Seinastu nógvu árini hevur hann arbeitt nógv innan føroysku fiskivinnuna og er hann tískil eisini ein sum hevur holla vitan um skip, skipakeyp, veiðubólkar og veiðuháttir.
Hóast tað eru nógv ymisk viðurskifti í fiskivinnuni sum hann heldur eru áhugaverd í løtuni, so er tað tó eitt, sum hann sigur seg hava undrast yvir í nógv er.
Tað er hví føroysku myndileikarnir ikki vilja geva føroyskum trolarum í bólki 2 loyvið at fiskað við tveimum trolum. Hetta heldur hann verða undarligt.
Hann sigur, at hesin veiðuhátturin er púra vanligur í nógvum av londunum rundanum okkum í dag.
Víðari sigur hann, at eisini eru tað longu føroysk skip, sum nýta hendan veiðuháttin, men mugu tey bert gera tað í útlendskum sjóøkið, sum t.d. bretskum sjógvi og í Barentshavinum.
Heimaflotin hevur havt tað trupult í nógv ár, og er eingin nýbygningur gjørdur síðani 2007. Tað vóru partrolarnir, Heykur og Falkur, sum vóru bygdir í Spania, sum tá komu í føroyska flotan.
Tó verður í løtuni smíðaður ein nýbygningur fyri Rankan, á skipasmiðjuni Mest, og sum skal latast P/F Varðanum á sumri í 2026. Skipið verður bygt soleiðis, at møguleiki er fyri at trola við tveimum trolum ella einum troli.
Eisini Faroe Orgin byggir nýtt. Á Karstensens Skibsværft í Skagen verða tveir trolarir bygdir, sum skulu koma í flotan fyri partrolarrnir, Rók og Lerk. Skipini kunnu trola við lemmum ella sum partrolarar. Men eisini við hesum skipinum verður møguleiki at trola við tveimum trolum.
Jørgen Niclassen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur í fleiri umførum spurt (táverandi landsstýrismann í Fiskivinnumálum) Dennis Holm og núverandi landsstýrismann í Fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen, um hví føroysk lóggáva ikki loyvir trolarum at royna við tveimum trolum.
Men svarið hevur verið frá báðum landsstýrismonnnum, at eingin ætlan er at loyva tvítrolið undir Føroyum sum er, tí hetta er ein grundleggjandi broyting í fiskidagaskipanini, og krevur tílík broyting nógvar og drúgvar kanningar, so fiskiorkan ikki økjist.

Andras sigur, at ístaðin fyri, at partrolarir fara út at partrola við einum trolið, so er tað bæði nógv effiktivari og lønsamari, um ein trolari slapp at royna við tveimum trolum. Veiðutrýsti er nakað minni, samanborið við tveir lemmatrolarar ella tveir partrolarar.
Vesturvarði, sum er útgjørdur at fiska við tveimum trolum í senn, hevur gjørt nakrar smávegis royndir við tveimum trolum, í samstarvið og eftirlitið av Havstovuni.
Hesar royndir vístu, at Vesturvarði fiskaði 180 % við tveimum trolum, samanborið við tá hann fiskaði við einum troli, (sum svarar til 100 % veiðu).
Royndirnar vístu eisini, at Vesturvarði brúkti uml. 30 % meira í olju, tá roynt var við tveimum trolum, ímóti tá hann royndi við einum troli. Hettar prógvar eina munandi minking í oljunýtsluni, samanborið við troling við einum troli og partrolarum.
Partroling bleiv til í Føroyum í 1980’unum, tí oljan var so kostnaðarmikil. Tá var partroling eitt stórt frambrot fyri lønandi trolarar, sum royndu eftir ísfiski undir Føroyum.
Næsta stóra frambrotið fyri trolaraflotan, sum roynir á Føroyaleiðunum, er at loyva tvítroling, fyri at fáa lønsemið í raksturin, heldur Andras.
Fyrimunurin við tvítroli er eygsýniligur, sigur hann. Eisini fíggjarliga loysir tað seg nógv betur fyri skipið hvønn fiskidag, og hýrurnar gerast eisini betur.
Andras sigur, at eitt skip sum trolar við tveimum trolum, hevur t.d teir fyrimunir, at tað skal bert gerast ein íløga í eitt skip, heldur enn tvey, tá talan er um partrolara.
Oljunýtslan er einans uml. 25-30% størri við tveimum trolum, samanborið við eitt trol, og talan er bert um ein motor, heldur um tveir.
Fiskiskapurin er uml. 180 % við tveimum trolum, samanborið við eitt trol.
Útlitini fyri at lønandi rakstur fæst fyri hvønn fiskidag eru munandi betur. Og grundarlag er fyri at hava tvær manningar við nøktandi hýru við einum skipi.
Og við lønandi rakstri, er grundarlag fyri at gera íløgur í skip, har áherðsla er løgd á nýmenning, so sum, at taka alla veiðuna við til lands, sigur Andras.
Grøni vinkulin, um at minka um oljunýtsluna fyri hvørt kilo av fiskaðum fiski, broytist munandi, sigur hann.
Íløgur í nýggjar nýmótans trolarar minka niður í helvt. Hettar hevur stóra ávirkan á grøna profilin hjá Føroyum.
Onnur ting, sum ikki ganga hond í hond við grønu menningina av fiskiflotanum, er hvussu fiskiveiðufaktorurin verður ásettur.
Ein nýmótans feskfiska-ella frystitrolari, sum skal royna á Føroyaleiðunum, krevur meira pláss til tekniskar installatiónir og hagreiðing av fiskinum, og tessvegna verður skipið størri.
Men hettar kann verða straffa, við at minka um fiskidagarnar, um umrokningarvirðið fyri fiskidagar, blívur størri enn ásetingin í tí bólkinum gamla fiskifarið er í. Hettar stríðir ímóti allari nýmenning av fiskiflotanum.
Eisini kann prógvast, at metingarvirðið fyri fiskiorku, ikki byggir á rætt grundarlag. Tað er ein sannroynd, at minstu partrolarnir hava uppá ársbasis fiska fleiri kilo pr. fiskidag, enn størstu partrolarnir.
Skal nakað samanhang verða í nýmenning av trolarum í bólki 2, so hevur nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, fleiri ting sum skulu rættast, so at grøna tilgongdin innan fiskivinnuna kann koma í gongd, sigur Andras at enda.
