Sjóvar kommuna
Sunnudagin var árliga kvøldskúlaframsýningin í skúlanum á Strondum.
Hans Petur Jacobsen kvøldskúlaleiðari bjóðaði vælkomin, og síðani sang Stranda Sangkór nakrar sangir.
Drós Ellingsgaard forkvinna í Mentanar- og frítíðarnevndini helt setanarrøðuna.
Her er hennar røða.
“Góðu áhoyrarar, góðu gestir, og tit dugnaligu kvøldskúlafólk.
Tað er mær ein gleði og ein heiður at bjóða tykkum vælkomnum til hesa framsýning, har vit savnast um tað mentanarliga og handaliga, um tað skapandi, ið gevur okkum bæði meining og gleði.
Vit eru so heppin at hava ein kvøldskúla, sum bjóðar okkum øllum møguleikan at læra og menna okkum, og kanska finna eina nýggja síðu av okkum sjálvum. Her ber til at mála, syngja, evna til úr leiri, spæla tónleik, læra teknmál, seyma og nógv annað. Tað er eitt stað, har vit kunnu royna okkurt nýtt, leita eftir íblástri og kenna, at vit liva.
Sjálv havi eg sæð og roynt, hvat tað kann geva at vera partur av hesum felagsskapi. Tað er ikki bara undirvísing, men ein lívsreisa, har vit øll fáa nýggjar royndir og vaksa. Søgan um ” den grimme ælling” sigur okkum at tað ikki altíð er so einfalt, at vita hvar vit hoyra til – ella hvørji vit í veruleikanum eru. Vit møta mótgongd, iva og kanska fólki sum ikki síggja okkara virði. Men við tolni og við røttum umstøðum, vaksa vit. Vit finna útav, at vit eru ikki minni, vit eru bara ikki liðug enn.
Og soleiðis er tað eisini við kvøldskúlanum. Her fáa vit loyvi at læra, royna, gera feil og vaksa. Tað er eitt stað har tú fer út aftur sum ein, ið hevur lært okkurt um teg sjálvan.
Í dag síggja vit nøkur av úrslitunum av tí arbeiði, sum er gjørt við nærlagni, ídni og skapanargleði. Her síggja vit ikki bara vøkur verk, vit síggja sál, vit síggja persónligar søgur. Hvørt verk ber í sær eina søgu – eina søgu um at tora, um at skapa og um at leggja orku í nakað.
Men hóast vit longu hava eitt ríkt og fjølbroytt tilboð, kunnu vit altíð halda fram við at menna kvøldskúlan – við nýggjum lærugreinum, við fleiri møguleikum fyri samveru og trivnaði, og ikki minst: við at lurta eftir tykkum, ið luttaka.
Ein serlig tøkk skal fara til tykkum, sum hava lagt arbeiði í hesa framsýning. Tykkara hugflog og ágrýtni ger, at henda løta er so serlig. Eisini vil eg takka undirvísarum og teimum sum hava skipað fyri, tí uttan tykkum er eingin framsýning.
Eg vóni at vit øll fara herfrá við nýggjum íblástri, kanska einum nýggjum hugskoti, ella bara eini djúpari virðing fyri tí, vit menniskju duga og hava at bjóða.
Við hesum lati eg framsýngina upp og ynski tykkum øllum eina góða og hugnaliga løtu, har vit kunnu njóta vøkru verkini, og ikki minst hvønn annan.
Gleðiligar páskir og takk fyri”
Eftir røðuna sang kórið 3. sangir.
Framsýningin var opin klokkan 14-18.
Sjóvar kommuna takkar øllum, sum á ein ella annan hátt hava verið við í kvøldskúlanum í 2024-25.
Myndir: Sjóvar kommuna





















































