Eysturkommuna
Í samband við at Læknamiðstøðina í Gøtudali verður tikin í nýtslu, verður almenn móttøka fríggjadagin, 11 apríl kl. 15.
Arbeiðið hevur havt í sær eina uppíbygging, umframt eina endurnýggjan av hitaskipan, ið skal veita hita til tann nýggja og gamla bygningin. Eisini er eitt ávíst arbeiði av nýggjari ventilatiónsskipan. Og síðani sambinding av bygningunum.
Kommunan bjóðar ábit og drekka.
Øll eru hjartaliga vælkomin.