Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.04.2025 15:08

Finskur professari í løgfrøði skal standa á odda fyri kanningararbeiðnum um dagføring av Helsingforsavtaluni

Løgtingið

Á heysti í fjør kom ein tilráðing frá Norðurlandaráðnum til stjórnirnar í Norðurlondum um, at ein norðurlendsk nevnd skal setast, at gera ítøkilig uppskot til dagføring av norðurlendsku grundlógini, Helsingforsavtaluni

Eitt av punktunum í tilráðingini er at dagføra partar av Helsingforsavtaluni, soleiðis at limaskapurin hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í Norðurlandaráðnum, styrkist og verður meir javnsettur við hini limalondini.

Í februar 2025 kom svar frá norðurlendsku stjórnunum, ið viðmæltu at seta ein persón at kanna hesi viðurskifti, serliga løgfrøðiligar spurningar, nærri. 

Nú er greitt at tað verður finska Elina Pirjatanniemi, sum skal standa á odda fyri kanningararbeiðnum. Elina Pirjatanniemi er professari í løgfrøði við lærda háskúlan í Åbo í Finnlandi. Afturat sær hevur Elina Pirjatanniemi eitt toymi av serfrøðingum innan ymisk løgfrøðilig øki. 

Kanningararbeiði skal verða liðugt í 2025. Eftir hetta skulu norðurlendsku stjórnirnar taka støðu til, hvussu arbeiðið við dagføringini skal gerast frameftir.