Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2025 17:03

Hans er nýggjur deildarleiðari á Land- og sjókort

Mynd: Umhvørvisstovan

Umhvørvisstovan

Hans Olof Engberg er settur sum nýggjur leiðari á deildini Land- og sjókort.

Hans hevur drúgvar royndir innan sjókort frá svenska Sjöfartsverket, og haraftrat hevur hann arbeitt innan landkortøkið seinastu fýra árini við millum annað topografiskum kortum.

Hans tók við sum deildarleiðari 1. apríl 2025 eftir Stein Fossá, sum hevur verið deildarleiðari síðani Umhvørvisstovan varð sett á stovn í 2007.