Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2025 22:29

Føroya fyrsti Geytavinnari, Sakaris Stóra, bjóðar til Seinasta paradís á jørð

Filmsfelagið

”Seinasta paradís á jørð”, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin, er ein rørandi uppliving, ein løtumynd av einum heimi í broyting. Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm).

Tað er Føroya fyrsti Geytavinnari, Sakaris Stórá, ið leikstjórnar. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 2017 við spælifilminum “Dreymar við havið”, men var áðrenn hetta nógv fagnaður fyri stuttfilmarnar “Summarnátt”, sum vann Geytan, og “Vetrarmorgun”, umframt norska stuttfilmin “Passasjeren”, sum undirvísingartilfar er gjørt til.

Stóra útbreiðslu

”Seinasta paradís á jørð” fær stóra útreiðslu í Danmark, har fjøruti danskir biografar vísa filmin. Framleiðari er Jón Hammer, sum rekur Kykmyndir og Adomeit Film við stuðli frá Danska Filmsgrunninum. Listabiografurin, Øst For Paradis, hevur útbreiðsluna um hendi og kunngjørt er lognu, at filmurin er partur av skránni hjá Filmporten, sum í virksemi kann samanberast við Filmsfelagið. 

Spýr leikstjóran í Filmsfelagnum

Sýningin í Filmsfelagnum mikudagin verður sum hin einasta við artist talk, har høvið verður at seta leikstjóranum spurningar. Sýningin er almenn.

Í filminum roynir Kári, at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann.

Filmurin gongur fyri seg í eini broytingartíð, har færri og færri velja at vera búgvandi á smáplássunum. Men Kári er heimkærur. Hann trívist í tí einfalda lívinum í bygdini. Hann og systirin Silja syrgja í tøgn um mammuna, ið tey hava mist. Kári finnur troyst í arbeiðinum á flakavirkinum, meðan Silja stríðist við at megna skúlagongdina. Samstundis, sum pápi teirra (Hans Tórgarð) ikki megnar gerandisdagin í heiminum, og rýmir til skips og til tryggu og kendu karmarnar umborð. Men flakavirkið er hótt av at verða stongt, og við tí verður tilverugrundarlagið í bygdini broytt.

Sakaris hevur skrivað handritið í samstarvi við Tommy Oksen og Mads Stegger. Hin virðislønta Virginie Surdej er eins og fyrr fotografur á filminum.

Filmsfelagið 16/4 kl 20:00 Seinasta paradís á jørð (Sakaris Stórá Føroyar 2025 87 min)  

Spjaldur