Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.04.2025 10:29

Atgongumerkjasølan: Heimasíðan krassjaði

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Atgongumerkjasølan til hondbóltsdystin millum mennirnar hjá Føroyum og Ukraina eydnaðis ikki sum ætla.

Hondbóltssamband Føroyar boðar frá, at heimasíðan hjá atgongumerki.fo er tíverri niðri og er atgongumerkjasølan til Føroyar – Ukraina steðga.

Víðari verður sagt, at vit koma at venda aftur við nýggjum tíðspunktið, tá sølan fer ígongd. Nærri kunning kemur kl. 12.00.