Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.04.2025 13:25

Netverksbólkur fyri avvarðandi

Krabbameinsfelagið

Netverksbólkurin er fyri teg, sum er avvarðandi til ein sum hevur ella hevur havt krabbamein. Í bólkinum fært tú møguleika at deila tankar, kenslur og royndir við onnur avvarðandi.
At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á, deila ymiskar upplivingar við onnur, sum eru í somu støðu sum tú og skilja teg. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum fyllir innaní av kenslum og tonkum. Lívsmót og lívsgóðska gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu tykjast lættari. Bólkurin hittist fyrstu ferð tann 30. apríl kl. 16-18 á Krabbameinsfelagnum. Tilmelding á telefon 317959, sms til 217956 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo