Felagið Sløkkiliðsleiðarar
Felagið Sløkkiliðsleiðarar hevði aðalfund á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn. Á fundinum boðaði verandi formaður frá, at hann ikki ynskti at taka við afturvali , og varð nýggj nevnd vald. Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
- Jan Lauritsen, formaður
- Jákup Haraldsen, næstformaður
- Asbjørn Østerø, kassameistari
- Heini Østerø, nevndarlimur
- Gunnar Olsen, tiltakslimur
Á aðalfundinum vóru fleiri viðkomandi mál umrødd, sum hava týdning fyri tilbúgvingina í Føroyum. Harumframt vóru eisini fleiri áhugaverdar framløgur innan tilbúgving og trygd.
Atlantic Helicopters hevði framløgu um teirra arbeiði við bjarging á sjógvi og landi. Teir greiddi frá teirra leikluti og samstarvi við sløkkilið og aðrar tilbúgvingareindir.
Føroya Politi greiddi frá, hvat kanningararbeiði verður gjørt eftir eldsbruna, hvussu sløkkilið kunnu sportryggja og hvat eigur at haldast eyga við í slíkum førum.
Føroya Tele hevði eitt innlegg um tær nýggjastu dagføringarnar innan samskiftisskipanina KIMA.
Nevndin hevur sett sær sum mál, at arbeiða fyri at fáa sett á stovn eina føroyska leiðaraútbúgving innan tilbúgving, og eisini arbeiða fyri at menna og dagføra útbúgvingina hjá sløkkiliðsmonnum. Somuleiðis verður arbeitt við ætlan um at skipa fyri einum temadegi, har evni innan tilbúgving og trygd verða viðgjørd saman við fakfólki úr vinnu og almennum geira.
Felagið takkar øllum, sum møttu á aðalfundinum, og sær fram til eitt virkið og mennandi ár fyri tilbúgvingina í Føroyum.