Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Grønland, Føroyar og Danmark hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá mai 2025 til mai 2027.
Leiklutabýtið undir formansskapinum er avgjørt í semju millum londini, sum varð kunngjørd í desember 2024 – sí her.
Sambært semjuni tilnevnir Grønland vegna Kongsríkið eitt arktiskt sendifólk, sum Føroyar og Danmark skulu góðkenna.
Í dag er kunngjørt, at arktiska sendifólkið verður Kenneth Høegh, sum í løtuni røkir starvið sum sendimaður Grønlands til Washington D.C.
Aftrat leiklutinum sum arktiskt sendifólk skal Kenneth Høegh undir formansskapinum røkja sessin sum formaður í Arktiska ráðnum, Senior Arctic Official Chair, ið somuleiðis er formaður fyri embætismannanevndina í ráðnum.
Semja er eisini um, at Føroyar taka við varaformanssessinum, Deputy Senior Arctic Official Chair. Tað verður Gunvør Balle, fakligur leiðari í Uttanríkistænastuni, ið tekur við varaformanssessinum. Danmark varðveitir leiklutin sum formaður fyri felags sendinevndina hjá ríkinum í Arktiska ráðnum.
Formansskráin fyri formansskapin hjá Grønlandi, Føroyum og Danmark verður eisini kunngjørd í Nuuk í dag, 11. apríl. Sí framløguna og les meira um formansskránna her.