Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.04.2025 09:18

Veðrið: leygardagin 12. apríl

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Lítið lot eystan, minni enn 4 m/s, samdrigið og ælaveður, í støðum smáskýggjað og turt og sólglottar. Sum líður á fyrrapartin lot til frískt lot um alt landið, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Seint seinnapartin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, og tað slítur í, tó ælaveður í støðum. Fram ímóti midnátt gongur hann vesturum til útsynning, skýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin 4 til 9 stig.

Sólarris: 06:13 Sólsetur: 20:43