Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.04.2025 23:33

Myndir: Kunnandi tiltak um nýggja Borg á Glyvrum

Rodmund Nielsen, stjóri í Borg, er spentur til byggningurin stendur liðugur um heilt stutta tíð (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Í dag skipaði Borg á Glyvrum, við stjóranum Rodmundi Nielsen á odda, fyri kunnandi tiltakið um nýggja høvuðsbyggningin hjá Borg, á nýggja fjørðuvegnum á Glyvrum.

Á skránni verður m.a. kunning, tónleikur og okkurt til góman.

Byrja varð fyrst fyri rundvísing runt á økinum, har fólk sluppu at síggja og hoyra hvussu langt arbeiðið var komið áleiðis, meðan m.a. greitt var frá havt ymsu hallirnar skuldu nýtast til osv.

Eftir rundvísingina, vóru fleiri røður hildnar har m.a. Rodmund Nielsen, stjóri í Borg, Osbjørn Jacobsen, arkitektur, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, søgdu nøkur orð.

Sjóhitaskipanin til Borg, varð eisini í dag tendrað fyri fyrstu ferð og varð tað 92 ára gamli Eli Hansen, eisini kendur sum Eli í Timburhandilinum, sum trýsti á knøttin.

Borðreitt var við ábitið, meðan Jens Marni Hansen og Týr undirhildu.

Eisini varð avdúkað, at Heiðrikur á Heygum, listamaður, fer at listprýða Høll 1, har sum handilin og fyrisitingin fara at húsast.

Samanlagt er talan um 6 samanbygdar hallir. Eina handils- og skrivsovuhøll er 1.390 fermetur, og hartil 5 goymsluhallir. Í alt uml. 8.200 fermetur.

Sum skilst, so er bert talan um nakar fáar vikur, inntil klárt er at flyta inn í nýggju stásuligu hølini á Glyvrum.

Les eisini: Borg hevði reisigilið í dag

Myndir: Eysturoyarportalurin