Føroya Ráfiskakeyparafelag
Nevndin í felagnum fyri ráfiskakeyparar heldur fram
Fríggjadagin 11. apríl hevði Føroya Ráfiskakeyparafelag aðalfund í Vinnuhúsinum. Á aðalfundinum stóðu Jógvan Hansen, Magnus Jespersen og Nicolas Stauss fyri vali. Allir tóku við afturvali og halda sostatt fram í nevndini.
Dánial Hansen var eisini afturvaldur og heldur fram sum tiltakslimur.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við sama formanskapi sum áðrenn aðalfundin. Jógvan Hansen heldur fram sum formaður, og Jens Pauli Petersen heldur fram sum næstformaður.
Nevndin í Føroya Ráfiskakeyparafelag er mannað soleiðis:
- Jógvan Hansen, formaður
- Jens Pauli Petersen, næstformaður
- Magnus Jespersen, nevndarlimur
- Nicolas Stauss, nevndarlimur
- Brandur Jacobsen, nevndarlimur
- Dánial Hansen, tiltakslimur