Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Í farnu viku handaði ein arbeiðsbólkur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, eina eftirmeting av gymnasialu breytaskipanini. Eftirmetingin staðfestir, at tørvur er á broytingum innan ymisk økir, eitt nú á próvtøkuøkinum.
Ársmet og próvtøkur áttu at verið eftirhugd í mun til nýggja talgilda tøkni, og meting átti at verið gjørd um møguligar kunngerðarbroytingar. Arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar fyri lærugreinirnar er í gongd, og hesar mugu dagførast eisini við atliti at tíðarhóskandi próvtøkuháttum, sigur arbeiðsbólkurin m.a. í eftirmetingini.
Eftirmetingin kann lesast her.