Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2025 12:36

Saman um krabbamein – landsinnsavning 26. oktober 2025

Tíðindaskriv/ Krabbameinsfelagið

Leygarkvøldið 26. oktober 2025 verður stóra landinnsavningin hjá Krabbameinsfelagnum Saman um krabbamein send beinleiðis í sjónvarpinum. 

Endamálið við sendingini er at savna pening inn, soleiðis at Krabbameinsfelagið kann halda fram við týdningarmikla arbeiðinum. Krabbameinsfelagið livir av stuðli frá fólki og vinnuni – felagið fær ongan almennan stuðul. Tí hevur hvør króna stóran týdning fyri felagið. 

Krabbameinsfelagið er landsfevnandi felag, sum áhaldandi virkar fyri at bøta um umstøðurnar hjá fólki, har krabbamein gerst ein partur av teirra lívi. Tað hevur stóran týdning at vit alla tíðina menna og bøta um hjálpina og tilboðini til henda bólkin av fólki, so tey fáa tað allar bestu hjálpina.  

Eingin skal fáa krabbamein

Hægsta málið hjá felagnum er, at eingin skal fáa krabbamein. At krabbameinsgátan ein dag verður loyst. Men tað krevur eitt langt og áhaldandi arbeiði. Umframt at hjálpa og umboða krabbameinssjúk og teirra avvarðandi, fevnir arbeiðið hjá felagnum um at upplýsa um krabbamein og veita stuðul til at granska í krabbameini. 

Hetta arbeiða vit í felagnum eftir hvønn dag. At færri skulu fáa krabbamein, fleiri skulu blíva frísk og tey sum liva við krabba og teirra avvarðandi skulu fáa eitt betri lív.

Tað er tað, vit stuðla, tá ið vit fara at lata stuðul til Krabbameinsfelagið. Ein stuðul, sum ger mun – og sum vit standa saman um.

Í sendingini fara vit at kaga í nógvar søgur hjá sjúkum og avvarðandi; vit fara at hoyra tónleik og fáa undirhald, umframt innlit í arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum – og hvørja hjálp sjúk og avvarðandi hava fingið. Tí tað er týdningarmikið, at eingin skal vera einsamallur um krabbamein; tað er ein felagsbyrða. Tí er tað við heitinum Saman um krabbamein, vit senda beinleiðis sending leygarkvøldið 26. oktobur 2025.

Longu nú kunnu einstaklingar, fyritøkur og feløg stuðla við at flyta pening gjøgnum netbankan á konto hjá Krabbameinsfelagnum í føroysku peningastovnunum: 

BankNordik: 6460 — 618.088.6

Betri Banki: 9181 — 551.502.7

Norðoya Sparikassi: 9865 — 323.088.5

Suðuroyar Sparikassi: 9870 — 304.242.2

Saman um krabbamein
26. oktober 2025
#SamanUmKrabbamein2025