Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2025 12:41

Mentanarvikan 2025

Visit Runavík

Vit gleðast um, at vit ganga móti ljósari tíðum og er tað nakað, ið ber boð um vár, so er tað árliga Mentanarvikan í Runavíkar kommunu.

Mentanarvikan verður í døgunum 21.-27. apríl. Til ársins Mentanarviku hava íbúgvar í Runavíkar kommunu, saman við øðrum góðum kreftum, av sonnum spílað seg út við nógvum góðum íkasti til skránna.

Skráin er áhugaverd og umfevnandi, og hevur okkurt at bjóða til allar aldursbólkar og øll áhugamál. Tiltøk verða í øllum 15 bygdunum, so nú er gott høvi at vitja hvønn krók í kommununi.

Á skránni eru gongutúrar, verkstovur, fyrilestrar, bókaframløgur, konsertir, listaframsýningar og mangt, mangt annað. Millum annað verður Føroyskur dansur í Funningi, Møsn í Søldarfirði, portrettmálaratiltak í Runavík, konsert í Rituvík, heimablídni í Oyndarfirði, gongutúrur við Prestá og Ytra Skála, pubquiz í Æðuvík, verkstova í Gulu Smiðju og fyrilestur í Løkshøll – og hetta er bert eitt lítið brot úr rúgvusmiklu skránni.

Støkk inn á gólvið til setanina í Gulu Smiðju mánadagin 21. apríl kl.14.00. Til ber eisini at súkkla hagar í ferðalagi við Rynkunum. Á skránni er tónleikur, røða og okkurt gott til góman.

Nógv er at gleða seg til !

Kaga í fjølbroyttu skránna fyri ársins Mentanarviku á mentanarvikan.fo