Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2025 13:57

Lova HARRANUM! – Páskastevna í Bylgjuni í Runavík

Tíðindaskriv

Frá skírisdegi til páskadag verður páskastevna í Bylgjuni í Runavík undir heitinum: “Lova HARRANUM, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara.”

Stevnan byrjar Skíriskvøld klokkan 20:00 við bønamøti og minnismáltíð Harrans, har Niels Pauli Nónstein kemur at tala.

Høvuðsboðskapurin gjøgnum vikuskiftið er ein áminning og eggjan um at lova HARRANUM og minnast allar vælgerðir Hansara – mitt í lívsins viðurskiftum.

Skráin er fjølbroytt og her er okkurt til øll – bæði børn, ung og vaksin.

Millum talararnar eru Unn og Jógvan Zachariassen, Niels Pauli Nónstein, Petur Hansen, Malan á Dul Nielsen og Karl Gregersen.

Fleiri góðir tónleikarar verða við, og vit fáa framførslur frá Annu Sabina á Torkilsheyggi, Berøakórinum og frá Brandi og Sandru.

Langafríggjadag og leygardag byrja møtini kl. 19:00, og ungdómsmøtini byrja klokkan 21:00.

Til ungdómsmøtini tala Niels Pauli Nónstein og Kári á Torkilsheyggi, sum spyr: “Hvat er kaffi?” – ein hugvekjandi inngangur til eitt djypri evni.

Páskadag klokkan 11:00 verður breyðbróting, og klokkan 16:00 verður familjumøti við søgu og sangi fyri stór og smá.

Stevnan endar páskadag klokkan 18:00, har Unn og Jógvan Zachariassen tala um at líta á Gud – eisini tá orkan ikki røkkur.

Fleiri møtir verða týdd til enskt, og teknmálstulking verður Langafríggjakvøld klokkan 19:00, Páskadag klokkan 16:00 og klokkan 18:00.

Bønarlinjan er opin alt vikuskiftið á tlf. 599994, og høvi verður at vitja bønarrúmið í Bylgjuni meðan møtini eru.

Nærri skrá er at finna á Facebook-vangunum hjá Elim, Berøa og Nebo og undir kjak/discussion í tiltakinum her: https://www.facebook.com/share/1LcPHuXcv8/.

Vit gleða okkum at síggja teg til Páskastevnuna – Lova HARRANUM! – í Bylgjuni í Runavík.

Samkomurnar í Elim, Berøa, Nerija og Nebo