Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2025 21:40

Aðalfundur verið í Støkk

Mynd: Fimleikafelagið Støkk

Fimleikafelagið Støkk

Í kvøld var aðalfundur hjá Fimleikafelagnum Støkk í Bylgjuni. Fyri vali stóðu Rannvá Troest og Mia Rodmundardóttir, sum báðar vórðu afturvaldar. Hetta merkir, at øll nevndin heldur fram.

Nevndin skipaði seg soleiðis:

Rannvá Troest, forkvinna

Dagbjørt Sólheim, næstforkvinna

Oddur Mohr Jakobsen, kassameistari

Mia Rodmundardóttir, skrivari

Katrin Thomassen, ábyrgd fyri bókhaldi

Bodil Hansdóttir Heimustovu, eykalimur

Rani Troest Rasmussen, eykalimur

Tað gongur sera væl hjá Støkk. Vit hava aftur havt eitt gott fimleikaár við sera nógvum og fjølbroyttum virksemi. Vit hava enn einaferð sett met í limatali og eru nú komin upp á 967 limir. Hetta er ein vøkstur uppá umleið 300 limir seinastu trý árini.

Vøksturin í limatalinum økir sjálvsagt krøvini til góða fyriskipan og rakstur av okkara felagi, og tí er neyðugt við støðugari tillaging og menning av arbeiðsgongdum.

Okkara breiddarfimleikur, sum hevur verið okkara fokusøki seinastu árini, stendur í fullum blóma. Hetta viðførir eisini ein styrktan kappingarhóp og øktan trivnað í felagnum sum heild.

Aðalmálið hjá nevndini er, at øll skulu trívast í felagnum, og at tilboðini til okkara limir skulu vera góð og fjølbroytt. Vit fegnast um, at so nógv hava hug at íðka fimleik og vera partur av Støkk – hvør á sín hátt.