Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.04.2025 07:47

Veðrið: leygardagin 19. apríl

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.

Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Skýggjað og okkurt ælið, í støðum vátaslettingur, men eisini onkur sólglotti, serliga vestanfyri. Hitin millum frostmarkið og 5 stig. Seint í kvøld, í nátt og fyrrapartin sunnudagin skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 2 til 6 stig.

Sólarris: 05:51 Sólsetur: 21:02