Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.04.2025 21:45

Listaframsýning í fimleikahøllini við Gøtugjógv

Í ár verður aftur listaframsýning, og sum nakað nýtt verður ein fjølbroytt framsýning frá Kvøldskúlanum partur av páskasýningini.

Eysturkommuna hevur kreativar íbúgvar, bæði innan vinnulív, tónleik, sjónleik, listahandverk og list. Um páskirnar verður eitt høvi at síggja nakað av tí, sum rørist millum fólkið, sum hevur sínar røtur ella bústað í Eysturkommunu.

Framsýningin umfatar: drama, dans, venjing og rørslu, barnakór, føroyskan dans og list.

1. páskadag 

kl. 15 – 19 verður listaframsýning.

2. páskadag 

kl. 14 – 15 verður kvøldskúlaframsýning.

kl. 14 – 19 verður listaframsýning.