Birkblog
Í dag varð Ovasavnið latið upp fyri almenninginum at brúka á Malarenda í Nólsoy. Nógv fólk vóru møtt at finna páskaregg í bygdini, sum lokalir sjórænarar fjaldu í túsundatali, og talur vórðu hildnar framman fyri nýggja savninum, at greiða frá um arbeiðið, sum hevði staðið uppá í níggju ár. Kjarnuuppgávan hevur verið at hýsa bátinum, sum Ove Joensen, 37 ára gamal, róði einsamallur í 41 dagar í 1986 úr Føroyum og til Langelinie í Keypmannahavn í smekra róðrarbátinum, sum Hanus Jensen úr Skúgvi smíðaði, 24 ára gamal.
Les meira: https://birkblog.blogspot.com/2025/04/ova-til-heiurs.html