Mennirnir hjá Víkingi eru í hálvfinaluni í løgmanssteypinum. Tað gjørdist greitt í dag, tá ið teir heimavølli, vunnu 2-1 á Skála, sum spælir í 1. deild.
Málini hjá Víkingi skutu Jørgin Nielsen og Poul Kallsberg. Meðan málið hjá Skála skeyt Martin Johansen.
Tað verða sostatt Víkingur og B68, sum eisini vann í dag, sum møtast í aðari hálvfinaluni. B68 vann, á útivølli, ein 3-6 sigur á B71.
Í hinari hálvfinaluni verða tað KÍ og AB sum møtast.
Myndir: Egin Videography/ Eysturoyarportalurin




































