Fótbóltssamband Føroya
Fríggjadagin á middegi endar sølan av landsliðspakkanum. Samstundis verður latið upp fyri sølu av atgongumerkjum til hvønn einstakan heimadyst, sum er á skránni í 2025.
Nú ræður um at skunda sær, tí fríggjadagin 25. apríl klokkan 12 endar sølan av landsliðspakkanum.
Í summar og í heyst skal A-landsliðið við monnum spæla í alt seks HM undankappingardystir. Fýra verða á heimavølli, meðan tveir – umframt tveir venjingardystir – skulu spælast á útivølli.
Sølan av atgongumerkjum byrjaði í novembur í fjør, tá landsliðspakkin, ið tryggjar einum fast pláss á Tórsvølli til allar heimadysirnar, varð settur til sølu í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
Men á middegi komandi fríggjadag endar sølan av landsliðspakkanum, og samstundis verður latið upp fyri sølu til hvønn einstakan landsdyst.
Kostnaður
Flokkur 1: 800 kr. (bólkarnir 103-106)
Flokkur 2: 600 kr. (bólkarnir 102,107 og 108)
Flokkur 3: 400 kr. (bólkarnir 109, 110, 112 og 113)
Skansin: 400 kr. (bólkur 111)
Heimadystirnir hjá manslandsliðnum vera í juni, og so aftur í septembur og oktobur.
Mánadagin 9. juni spæla Føroyar og Gibraltar, og fríggjadagin 5. septembur spæla Føroyar og Kroatia. Í oktobur eru tveir heimadystir á skránni. Tann 9. oktobur spæla Føroyar og Montenegro, og sunndagin 12. oktobur kemur Kekkia á vitjan.
