Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Løgtingið hevur samtykt lógaruppskotið frá landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, um løn undir útbúgving fyri tey, ið lesa á Heilsuskúla Føroya.
Uppskotið heimilar landsstýrismanninum at seta skipan í verk, har góðkendir arbeiðsgevarar kunnu søkja um lønarendurgjald frá landinum, um so er, at teir velja at seta í starv og gera útbúgvingarsáttmála við næmingar á Heilsuskúla Føroya og veita teimum útbúgvingarløn. Talan er um útbúgvingarnar til heilsushjálpara, heilsurøktara og námsfrøðiligan hjálpara.
Lønarendurgjaldið verður 80 % av útbúgvingarlønini og fevnir um tíðarskeið, har næmingurin er í skúla ella í starvsvenjing hjá øðrum góðkendum starvsvenjingarstaði orsaka av, at næmingurin av fakligum orsøkum ikki kann taka starvsvenjingina hjá arbeiðsgevaranum. Arbeiðsgevarin skal tó í minsta lagi kunna veita ein part av starvsvenjingini fyri at kunna søkja um lønarendurgjaldið.
Nú verður farið undir at fyrireika skipanina nærri saman við viðkomandi pørtum, eitt nú skal greiða fáast á, hvør útbúgvingarlønin skal vera.
Landsstýrismaðurin fegnast um, at skipanin við løn undir útbúgving nú kann setast í verk. Vónandi fara nógv at nýta henda møguleika.