Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.04.2025 22:19

86 ár – og fer enn til útrógvar

Mynd: Eysturoyarportalurin

86 ára gamli Tórur Mikkelsen – eisini betri kendur sum Tórur á Støðini í Syðrugøtu, kom aftur av útrógvi við útróðrarbátinum “Onnu Mariu”, stutt áðrenn klokkan 21.00 í kvøld.

Onkur kom oman á kaiina í Norðragøtu at taka ímóti og fregnast hvussu hevði hilnast hjá honum.

Við Eysturoyarportalin sigur Tórur, at hann fór avstað klokkan 09.00 í morgun. Tað rullaði nakað meðan hann var úti, men alt gekk væl. Hann royndi bert við einari snellu og fekk hann uml. 200 pund, mest toskur, sum hann eisini ætlar at avreiða í morgin.

Tórur hevur í mong ár róð út, ofta einsamallur, og er ein av fáu útróðrarmonnunum sum er eftir í bygdini.

Hóast ein høgan aldur, so er hann enn aktivur, og er ætlanin at gera bátin í stand, eftir at hann fekk rímuligan stóran skaða í einum av hørðu stormunum sum vóru í vetur.

Tórur fyllur 87 ár tann 30. juli.

Myndir: Eysturoyarportalurin