Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Í dag, á flaggdegnum, luttók Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið til minningarløtu, nú 85 ár eru liðin síðani bretsku hersetingina, og Merkið varð viðurkent sum føroyskt flagg.

Saman við umboðum fyri bretsku sendistovuna í Keypmannahavn og veteranum frá The Cameronians, sum er ein av herdeildunum, sum eisini var í Føroyum undir krígnum, legði landsstýrismaðurin krans við gravirnar hjá bretskum hermonnum í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn.
Í stuttari røðu vísti landsstýrismaðurin á stóra týdningin av, at bretar og tey sameindu viðurkendu Merkið sum føroyskt flagg. Landsstýrismaðurin segði, at bretska hersetingin hevði ikki einans strategiskan týdning, men var byrjanin til vinaløg og ein týðandi súla í góðu viðurskiftunum ímillum Føroyar og Bretland sum grannalond.

Røðan kann lesast her.
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐMinistry of Fisheries and Infrastructure
Yviri við Strond 15, Postrúm 347,