Runavíkar kommuna
Høgni Hoydal: Flaggdagsrøða í Runavík 2025
Gott fundarfólk. Góðu tjóðfelagar og gestir, sum eru komin saman her á 85 ára degnum fyri, at bretar viðurkendu Merkið sum tjóðarflagg okkara.
“Eg vil síggja flaggið í eygunum á tykkum!”
Soleiðis dundu orðini inn í oyru og hjørtu, áðrenn teir fóru á vøllin. Frá Pálli Guðlaugssyni, tí legendariska venjaranum. Hesum hava fótbóltshetjurnar í søguliga føroyska sigrinum á Eysturríki í Landskrona greitt frá. Og teir siga sum við ein munn, at hendan andkveikingin – hendan huglyftingin – frá Pálli, hon gav teimum flogið, sjálvsálitið og sannføringina um, at teir fóru at megna hetta ódnartakið saman. “Eg vil síggja flaggið í eygunum á tykkum!”
Fá høvdu trúð tí. Nógv høvdu gjørt gjøldur burtur úr tí og talað hart ímóti yvirhøvur at royna tað. Men tað eydnaðist – ímóti øllum forsagnum og sannlíkindum. Og knappliga. Alt í einum var flaggið ikki bert í eygunum á leikarunum, men í hjørtunum hjá okkum øllum og veittraði fagurt í heiminum. Millum hini.
Og kenna vit ikki øll hesa kensluna?
Hondbóltskvinnurnar í Basel, í Vilnius og við Tjarnir, hava nú framt bragdið og vundið Merkið á stong til eitt heimsmeistara-endaspæl. Hondbóltsmenninir og meira enn 5000 føroyingar í Berlin. Túsundtals í Amsterdam. Merkið hevur veittrað í Algeria, í Egyptalandi, í Japan.
Tey hava flaggið í eygunum og hjørtunum eins og Páll segði á sinni. Men tey kenna tað ikki sum eitt ok, har tey bera eina heila tjóð á sínum herðum – hóast tað kunnu vera ómetaliga trýstar og avgerandi løtur. (Spyr bara Elias, tá ið hann skuldi taka avgerandi brotskastið ímóti norðmonnum í Berlin). Nei, tey kenna tað ikki bara sum at tey bera tjóðina á sínum herðum. Tey kenna tað hinvegin sum at ein heil tjóð – sum at øll tjóðin – ber tey á sínum herðum, á síni aldu og lyftir tey upp.
Alt sum vit eiga
Og hvat við fimleikarum okkara. Skótum. Hornorkestrum. Reiðfólki. Tónleikarum. Svimjarum. Sjónleikarum. Filmsfólki. Kokkum. Vinnulívsfólki og íverksetum. Dartspælarum. Rithøvundum. Flogbóltsleikarum. Granskarum. Sniðgevum. Verkafólki. Sjófólki. Myndlistafólki. Geymarum. Orðabókasmiðjum. Týðarum. Telvarum. Frælsum ítróttaíðkarum. Rógvarum. Symfoniorkestri. Diplomatum. Umsorganarfólki og heilsustarvsfólki. Lærarum og námsfrøðingum. Og so allar okkara sjálvbodnu gerandishetjur í hvørji bygd, hvørjum býlingi og hvørjum býi, sum skapa felagsskap og trivnað og samanhald í feløgum og átøkum. Alt hetta eiga vit, sum lyftir okkum og sum verður lyft – sum fólk uttanífrá hava ilt við at trúgva kann bera til.
Allastaðni har vit vinda okkara flagg á stong og traðka út millum hini, hevur tað ment okkum øll og skapar framtíð okkara. Sum vit júst hava sungið í flaggsanginum hjá Hans Andreasi: “Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt.”
Tað snýr seg alt um at virka saman. At streva saman. At geva fyri felagsskapin. Fyri tað, sum er størri enn tú og eg og hvørji einstøk okkara. Tað, sum lyftir okkum upp um okkara egnu dagligu trupulleikar og avbjóðingar, sum kunnu vera so mangir og tungir. At skapa íblástur og gleði fyri onnur. At savna søgu og byggja upp møguleikar fyri komandi ættarlið. At virða onnur og okkum sjálv á jøvnum føti, við øllum ymiskleikum. Bara soleiðis mennast vit sum einstøk menniskju eins og sum tjóð.
Vit hava øll okkara flagg at vinda í húnar hátt í lívinum. Og tað eru øll tey fløggini í tykkara eygum og hjørtum og sál, ið tilsamans geva Merkinum sín týdning og sítt innihald. Og fløggini hjá øllum teimum, sum undan hava gingið.
Føroyska tjóðarbyggingin og tjóðskaparstrevið hevur bjargað okkum undan at enda sum útjaðari og fornminnissavn og landslutur í øðrum landi – eins og onnur lond, sum mistu mál og menning og allan avgerðarrætt og framburð. Christian Matras sigur um øll tey, ið hava bygt land og tjóð undan okkum:
“Kná og trúføst fólk, sum høvdu sunnudag í sálini og gerandisdag í hondunum. Fólk, sum hugsaðu stórt um Føroyar og tað, ið føroyskt er, sum løgdu alla orku í at verja gott gamalt og byggja upp nýtt. Fólk, sum vistu, at Føroyar eru bæði hitt farna, tað sum nú er, og tað ið skal koma.”
Tað dagliga bragdið í Norðuratlantshavi
Og tað mugu vit hava sum fyrimynd. Alt tað, sum Merkið ímyndar, er tað dagliga bragdið her mitt í Norðuratlantshavi. At tað hevur eydnast, ímóti øllum forsagnum og kost-nyttu rokniørkum, at ikki bara yvirliva her í meira enn 44 ættarlið. Men at skapa tjóð og mál og søgu og samfelag og felagsskap og vinnu og andslív. At liva og skapa góð livikor og javnrættindi og samhaldsfesti. At líta okkum sjálvum til og traðka út í heim millum hini.
Í øllum lutfalli og á øllum vektum, er tað eitt nærum ófatiligt dagligt bragd. Vit eru sum ein landsbygd aðrastaðni í fólkameingi, men sum ein heimsbygd í skapanarmegi. Eitt heilt samfelag og ein heil tjóð við øllum teimum skipanum og útgerðum og samskifti og grundarlagi og búskapi og avbjóðingum og møguleikum og lýtum og dygdum, sum aðrar tjóðir í heiminum.
Vit hava ábyrgd av eini heilari framtíð og einum uppá seg ómetaligum náttúruríkidømi, ið fyri hvønn íbúgva er heimsins mesta. Vit eru í roynd og veru eitt ovurstórt land, um vit máta í aldum, sjógvi, regni, grasi – og kenslum og skapan og samskifti.
Vit krevja mál fyri okkum á øllum økjum, hóast vit ikki eru so mong sum aðrastaðni til at fremja og menna tað. Men av tí sama liggur ein so nógv størri ábyrgd á hvørjum einstøkum okkara. At vit mugu taka lut í so mongum við hugi og sál og hjarta. Har vit ikki kunnu krógva okkum burtur, men skulu virka og skapa í so ymsum samanhangum – í so nógvum ymsum høpi sum gjørligt.
Og tað ber til. Sanniliga ber tað til. Hyggið bert at tykkara egnu margføldu Runavíkar Kommunu. Hvør skuldi trúð fyri fáum árum síðani, at tit hava bygt og ment hetta til eina heimsbygd og undangongukommunu fyri mentan og list, málsligari menning og tjóðarbygging, frítíðarvirksemi, ítrótti og trivnaði – saman við teirri vinnuligu skapanini. Í so fjølbroyttum bygdum og plássum við hvør sínum sereyðkennum, søgu og møguleikum. Tað ber aftur Mentanarvikan her øll boð um – og allan heiður og viðurkenning eiga tit fyri tað.
—
Fløgg kunnu ímynda tað júst øvugta
Og góðu tit øll. Hvørjar kenslur mundu fara ígjøgnum manningina á sluppini Eysturoynni fyri 85 árum síðani. Tá ið Merkið fór upp í mastrina sum fyrsta skipið, eftir at bretar høvdu viðurkent og álagt at brúka tað? Kunnu vit ímynda okkum tað? Síðani hevur Merkið veittrað á øllum heimshøvum og í so at siga øllum havnum í heiminum. Og kanska var tað sama kenslan, sum fleiri hava upplivað, tá ið tey eru stødd í onkrum landi, fjart frá Føroyum, og so kemur eitt føroyskt skip við Merkinum flaggandi. Tað er eins og tú veksur og hoyrir brimbrotið og sært fjøllini og kennir teg heima mitt í verðini.
Og hugsið tykkum kensluna hjá fólkinum í Føroyum, tá ið loyvt varð at flagga við Merkinum. Fleiri eru millum okkara enn sum minnast tað. Tey minnast eisini – og vit eiga at minnast – at Merkið fór skjótt at flagga í hálvari stong fyri djúpari sorg og svárum missi í heimum og bygdum kring landið alt. Og flaggið hevur síðani rúmað og savnað okkum um bæði sorg og gleði. Vónir og vónbrot.
Merkið varð viðurkent undir einum ræðuligum heimsbardaga, sum kostaði bæði okkara tjóð og so nógvum øðrum so nógv mist lív, oyðing og mista framtíð.
Og í dag flagga nógv fløgg í hálvari stong um allan heim ella verða breidd á kistur, hjá kvinnum, børnum og monnum, har devulslig kríggj og álop og oyðing herja.
Hetta sigur okkum, at fløgg kunnu ikki bert ímynda felagsskap og samanhald og sameining og kunnu røra hjartastreingir. Tey kunnu merkja og ímynda hatur og og álop og ótta og deyða og útrudding og at knúsa hjørtur.
Um eitt flagg ikki ímyndar at vera eitt millum hini, ið hava sama rætt at vera til og virka – so gerast tey skjótt ímynd av kúgan og devulskapi.
Heimurin í dag er merktur av øllum tí øvuta, sum vit vilja hava fløggini at ímynda og okkara Merkið at flagga fyri.
Øll heimsins fløgg og Merkið áttu at ímynda felagsskap og samleika og fyllast við samanhangi og javnvirðing og vón. At tey kunnu seta okkum og alt í eitt høpi – ein samanhang. Millum okkum sjálv og millum øll onnur fólk í heiminum.
Høpisloysi og svart-hvíti heimur okkara
Men heimurin er í dag merktur av høpisloysi. Alt verður tikið úr samanhangi og blást upp til bardaga millum fólk. Alt verður sett upp sum oyðandi vald ella knúsandi kúging. Sum ein avgerandi dystur við vinnarum og taparum. Sum eitt víggj, har tú skalt liggja eftirá, um eg skal liva og virka. Har ongin felags søga ella sannleiki ella rættindi eru. Har bara mítt vald hevur týdning, og øll mótstøða og øll onnur mugu ruddast av vegnum, so at eg kann vaksa.
Her skulu bara finnast vinnarar ella taparar. Eitt null-summs spæl. Um tað gongst tær væl, so má tað gangast mær illa. Et hin ella verð etin sjálv. Frumskógarlóg og bringuduk.
Hetta er aðaluppskriftin uppá heimsins størstu ræðuleikar. Tað er í roynd og veru ein spottan av náttúrini og skapanarverkinum at kalla tað fyri frumskógarlóg,. Tí í náttúrini og frumskógini er onki djór, ið vil leggja allan heimin undir seg og útrudda onnur og sanka so nógv inn undir seg, sum tey ikki klára at eta, um tey so livdu í 5000 ár.
Men so er í okkara sonevnda framkomna heimi. Har vit aftur og aftur verða bumbað aftur í ta einføldu valdsmisnýtsluna: Antin ert tú við mær ella ímóti mær. Gerst tú ikki sum eg sigi, so hølvi eg teg av. Her finst bara antin ella.
Og øll menning og alt, sum vit halda vera framstig, kunnu eftir einari løtu vendast til tað øvuta. Tað er jú kjarnin í øllum lívi og mentan – at alt rúmar í sjálvum sær bæði ljós og myrkur, vøkstur og vanda – og alt gott, kann skjótt vendast ímóti sær sjálvum. Hetta er tann ævigi dialektikkurin í mannalívinum og náttúrini.
Fólkaræði kann eftir løtu vendast til einaræði. Frælsi til ófrælsi: Jamen, eg vann valið og nú kann eg gera akkurát sum mær lystir og knúsa øll onnur og bróta alt niður, sum tað hevur tikið ættarlið at byggja upp.
Og minnist til, at tann fyrsta vissa teknið um fasismu, er tá ið tey sterkastu, tey mest priviligeraðu gera seg til offur. Tá ið tey ovurríkastu fólkini, ið einsamøll eiga meira enn helvtin av heimsins íbúgvum tilsamans siga vilja gera uppreistur, tí tað er so synd í teimum, og tey hava ov lítið rásarúm og verða bundin niður av avtalum og felagsskapum sum vilja verja náttúruna og klótuna og sosial rættindi.
Ella tá ið tey lond, sum hava lagt mest undir seg í heiminum og hava kúgað flest fólk um allan heim, siga seg vera offur og fyri álopum. Og gera tey mest fátæku, útstoyttu og ognarleysu fólkini í heiminum – flóttar og krígsoffur – til hóttanir og fíggindar og syndabykkar. Ella minnilutar og fólk við øðrvísi lívsleið og lívstreytum.
Tá er tann rangvørga verðin á veg móti fullkomnum vitloysi.
Og tá ið vit eisini her heima bera í bøtuflaka fyri valdsmisnýtslu, drápum, kúging, lygn, stuldri, órætti – sum gongur ímóti øllum tí, ið vit siga okkum byggja á. Tí vit onkusvegna eru upplærd til at halda við tí, sum fremur órættin. Og harvið gera vit grovan mannamun.
Tá er alt tikið úr høpi.
Tann talgildi heilin og heimsfatanin
So nógv annað, sum kundi verið gott, verður vent til ta øvuta. Talgilda tøknin, ið jú byggir á ravmagnskontaktir ið antin eru til ella frá = 0 ella 1. Og sum skuldi binda heimin og fólkini saman.
Hon er við at vendast til, at okkara egni felagsskapur, okkara egna mentan og okkara egna hugsan og okkara egnu heilar eru vorðin eins og talgildingar kontaktir: Har finst bara 0 og 1. Onki samspæl ímillum. Ongin samrøða. Vit velja 0 ella 1. Svart ella hvítt. Á sosialu miðlunum snýr tað seg um at buka øll onnur niður, spilla tey út, niðurgera hvør annan, um tey ikki akkurát hava tendrað ta einu og somu kontaktina sum eg.
Alt verður tikið úr høpi – úr lutfalli – úr proporsjónum. Ein einstakur lutur og okkurt einstakt lýti verður skrykt burturúr heildini og blást upp til ta avgerandi og endaliga slagið, sum alt hvílir á. Felags mál og tað, sum er skapt í felag, verður gjørt til: Eg-meg-mær-mín og til sjálvprofilering og sjálvshevjan.
Og í Føroyum, sum enn ikki eru frælsar, fer tað so ofta uppaftur meira úr spónalagnum. Nógv lýti í samfelagnum, sum sjálvandi skulu atfinnast, viðgerast og broytast og loysast og bøtast, verða vend til fullkomna niðurgerð og kolldøming av allari tjóðini.
Tað sum ikki riggar í skúlaverki og polikki og heilsuverki ella vegakervinum, verður vent til: “Nei, vit kunnu ikki gerast sjálvstøðug tjóð. Vit mugu flyta av landinum og kunnu ikki fáa okkara ungdóm heimaftur.”
Akkurát tað høpisloysið hugsi eg ikki finst í sjálvstøðugum tjóðum. Tá til dømis onkur gøla og stór brek og lýti eru í almannaverkinum í Noregi, so havi eg ikki hoyrt norðmenn siga: At so ber onki til. Vit mugu sleppa fullveldinum og leggja okkum undir eitt annað land.
Vit skulu gera nakað við tað saman. Vit skulu siga við okkara ungu, at her kunnu tit liva sum heimsborgarar og skapa tykkum eydnuna góða – í felagsskapi. Her er trygt og mennandi, og her fáa tit ávirkan og rødd.
Vit skulu lyfta meira enn vit lasta. Vit skulku støðugt vera kritisk. Vit skulu ikki gera okkum upp ella køva nakað við tjóðskaparligum gabbi.. Men vit skulu sanniliga heldur ikki niðurgera alt og alt okkara samfelag og felagsskap, tá ið vit eru ónøgd og finnast at viðurskiftum.
Vit mugu leggja í
Størsti vandin er, at vit í hesum høpisleysa heimi, har ótti og ótryggleiki valdar, siga, at vit leggja onki í tað.
Vit mugu leggja í. Leggja í felagsskapin, leggja í at lyfta og byggja upp og leggja í heimin. Soleiðis leggja vit eisini nýtt í Merkið, sum ímyndina av samanhangi, høpi og menning.
Vit skulu nú aftaná 85 ár standa saman um okkara felags ábyrgd og krevja, at okkara flagg fer at veittra í einum frælsum og sjálvstøðugum landi og kann flagga allastaðni millum hini og saman við hinum í virðing. Vit eru fult før at standa á egnum beinum og taka ábyrgd av øllum viðurskiftum í javnbjóðis samskifti, avtalum og samstarvi við onnur lond.
Og tað er tað flaggið, vit vilja síggja í eygum okkara – í okkara hjørtum og okkara sál.
Mín vón og mítt ynski er, at vit hvønn dag kunnu spyrja okkum sjálv: Hvat kann eg gera fyri at leggja í? At byggja upp felagsskapin, okkara mál og mentan og frælsi? Hvussu kann eg seta mítt flagg millum hini og virða tey eins væl og mítt egna?
Soleiðis kunnu vit øll leggja okkara í Merkið, sum ímyndin av felagsskapi og javnrætti.
Góðan flaggdag.