Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.04.2025 22:58

Felagskonsert í Fríðrikskirkjuni sunnudagin kl. 17

Sunnudagin 27. apríl kl. 17.00 verður felagskonsert í Fríðrikskirkjuni við Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni, Kristiliga Sangkórinum og Sandskórinum. Susanne Brattaberg er kórleiðari hjá øllum trimum kórunum.

Eisini luttaka musikskúlanæmingar frá Nes Sóknar Musikkskúla, sum fara at spæla saman við kórinum.

Føroysk og útlendsk løg verða framførd, m.a. eftir H. J. Højgaard, Knút Olsen og J. S. Bach.

Konsertin er partur av skránni hjá Várdøgunum í Nes kommunu.

Sí skránna fyri Várdagarnar á nes.fo