Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Føroyski flaggdagurin er ikki farin nøkrum framvið í Nuuk. Á býarbussunum, uttanfyri almennar bygningar og garðinum hjá Hans Egedes Hus, har Sendistova Føroya í Reykjavík og Føroyingafelagið í Nuuk skipaðu fyri flaggdagshaldi, hevur Merkið veittrað í allan dag.
Afturat teimum mongu føroyingunum, ið eru búsitandi í Nuuk, luttóku somuleiðis grønlendskir tinglimir og meginparturin av nýggju grønlendsku stjórnini, til flaggdagshaldið í Nuuk. Herímillum landsstýrisformaðurin og starvssystrar landsstýriskvinnuna.

Frá vinstru: Múte Bourup Egede (fíggjarmál), Naaja H. Nathanielsen (vinnumál), Sirið Stenberg (uttanríkis- og vinnumál), Jens-Frederik Nielsen, (landsstýrisformaður), Vivian Motzfeldt (uttanríkismál), Nivi Olsen (útbúgving og mentan), Aqqaluaq B. Egede (undirstøðukervi).
Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum flutti fram flaggdagsrøðu og legði dent á, hvussu Merkið varð viðurkent sum flagg føroyinga fyri júst 85 árum síðani, og at tað var eingin sjálvfylgja, at tað varð júst Merkið, við hvíta dúkinum, reyða krossinum og bláu rondini, ið bleiv flaggið, sum bretar viðurkendu sum tjóðarmerki føroyinga.
Harumframt sendi landsstýriskvinnan eina serliga heilsan til føroyingar í Grønlandi:
Tit eru dømi um, at væl ber til at hava tvey heimlond. Føroyar er ikki bara eitt avmarkað geografiskt øki, tí tað at vera føroyingur er eisini ein samleiki og nakað, vit bera við okkum í hjørtunum. Tað er okkara felags upphav og felags grundvøllur. Á tann hátt er føroyski samleikin uttan landamørk og heldur ein savnan av fólki við føroyska tjóðskapinum í hjartanum.
Øll røðan kann lesast her.