Runavíkar kommuna
Røða, sum Heini Kristiansen helt á flaggdagshaldinum á Skála 2025.
Góðu føroyingar, góðu skálafólk – og serliga tit í 6. flokki, sum skipa fyri hesum tiltaki. Takk fyri møguleikan at flyta fram røðu fyri tykkum her í dag.
Tá eg varð spurdur um at halda røðu í dag, segði eg beinanvegin ja – kanska eitt sindur ov skjótt, tí tankin um at tosa um nakað so stórt sum Merkið fekk meg seinni at hugsa: “Hvat havi eg at siga, sum ikki longu er sagt?” Men so hugsaði eg: “Ja, men tað er jú tað, sum vit gera hvønn flaggdag – vit siga tað sama, men við nýggjum orðum – og kanska, um tað gongur ordiliga væl í dag, við einum nýggjum vinkli.”
Og eg ætli mær at byrja við einum persónligum vinkli:
Tað kennist nevniliga serstakt at standa her – eini 100 metrar eystanvert frá mínum egna barndómsheimi – og sleppa at hugleiða saman við tykkum um nakað, sum vit øll hava til felags: Merkið. Flagg okkara.
Tað kennist fjálgt, men eisini eitt sindur stórsligið. Tí hvussu skal man í orðum siga nakað, sum í roynd og veru merkir meira enn orð kunnu bera? Men eg fari at royna.
Merkið – tað føroyska flaggið – merkir fyri meg: Heima.
Eg eri uppvaksin á Skála. Eg havi eisini gingið í 6. flokki í Skála skúla. Tá skipaðu vit ikki fyri Flaggdagshaldið, men eg minnist ein góðan seturskúla í Nólsoy.
Tá ið eg var 6 ár, fluttu vit til Danmarkar at búgva í 3 ár, tí at foreldrini vóru lærarar á eftirskúla. Talan var um føroyskan eftirskúla í Danmark, og heimið gjørdist hesi ár í Lemvig í Danmark. Tí at heimið er jú eisini har, sum foreldrini eru, systkin og so framvegis. Tó minnist eg væl longsulin eftir ”ordiliga” heiminum. Longsulin eftir heiminum her omanfyri, sum eg í mínum barnasinni mintist sum eina stóra, næstan óveruliga háborg, serliga samanborið við eitt-plans parcelhús í Lemvig. Ein partur av mínum samleika og kenslu av heima lá eftir í Føroyum, á Skála. Tað var bundið eitt óloysiligt knýti til húsið, bygdina, vinirnar, felagsskapirnar, sum ikki ber til at loysa aftur. Eg hugsi at tit kenna tykkum aftur í hesum. Onkuntíð skulu hesi knýti kanska táttast eitt sindur, og við tíðini og sum lívið gongur sína gongd, fáa vit eisini onnur knýti til onnur menniskju, aðrar bygdir, kanska enntá onnur lond og fløgg. Men hesi fyrstu heimligu knýti slitna sjáldan … kanska ongantíð, um tey eru knýtt á ungum árum.
Merkið umboðar okkara knýti til Føroyar – til heimið. Her er fyri flestu okkara ikki einans talan um einkult-bundnan knút sum knýtir, men væl knýttan duppultknút.
Merkið er ikki bara ein reyð, hvít og blá samanseting – tað er eitt sjónligt tekin um okkum sum fólk. Tað er okkara samleiki, sum bleiktrar í vindinum í dag, og tá ið vit eru til staðar í altjóða kappingum, í politiskum samráðingum, á tónleikapallum, í kirkjum, á skipum, á vitjan hjá familju úti í heimi – og her heima, tá vit syrgja og minnast tey, ið eru farin.
Sum vit syngja í Tjóðsangi okkara:
“At bera tað merkið, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar, mítt land”
Merkið umboðar okkum. Verkið, ið varðveitir, snýr seg minst líka nógv um, hvussu vit umboða Merkið.
Tá ið vit vísa virðing, hjálpsemi, dirvi – tá vísa vit, hvørji vit eru. Og tað sæst aftur í fløggunum, sum veitra. Flaggið skapar eina hugmynd av føroyingum. Eitt hugmynd av tí besta í okkum.
Tá ið Merkið fyrstu ferð veitraði fyri 85 árum síðani sum altjóða viðurkent flagg – 25. apríl í 1940 – var tað í grundini við eini djúpari kenslu av neyð. Føroyingar vóru vorðnir partur av einum alheimskríggi, sum gjørdi tað ófrættakent at nýta Dannebrog. Tað vóru bretar, sum viðurkendi Merkið sum føroyskt flagg, og tað gjørdist ein avgerðandi varði í okkara søgu.
Men søgan um Merkið byrjar ikki við einum altjóða viðurkendum flagg. Hon byrjar longu í 1919, tá trý ung fólk, sum vóru í lestri í Keypmannahavn, tóku stig til at skapa eitt føroyskt flagg.
Tey vildu hava eitt flagg, sum kundi vera tekin um tað, sum var føroyskt – okkara egna mál, okkara egnu siðir, okkara egnu vónir. Í fyrstu atløgu var Merkið ikki viðurkent – tað varð brúkt til serlig høvi, til stevnur, brúdleyp, føroyskar veitslur. Tað var ein dreymur. Ein trúgv á, at eitt lítið land kundi hava sítt egna eyðkenni. Og so, tá kríggið kom, tá ið alt broyttist, gjørdist hesin dreymurin til veruleika. Í neyðini gjørdist Merkið ikki bara eitt symbol – men eitt alment tekin fyri tjóðina.
Tað var ein byrjan, ein viðurkenning. Ein viðurkenning, sum eisini kravdi ábyrgd.
Tí flaggið er ikki bara ein gáva – tað er eisini eitt kall. Tað er eitt kall um at vera eitt fólk. Eitt fólk ið stendur saman og verjir og varðveitir felagsskapin. Tað krevur av okkum, at vit vilja nakað við okkara landi, okkara bygd, okkara heimi. Og tað kallið – tað er til okkum øll.
Hetta kallið umboða vit í tí gerandissliga. Tað er ofta í kontrastum, at vit umboða hetta kall. Ímillum stór avrik, sum trekkja yvirskriftir og verða tjóðardefinerandi; og so – minst líka týdningarmikið – tað gerandissliga sum fá ella eingin síggja.
- Tá ið:
Ítróttarlið okkara buka tær stóru tjóðir. Men eisini tá ið kaffisølan verður mannað Undir Mýruhjalla. Harpiksdósin er tikin við til hálvfinaluna. Dunkarnir eru fyltir - Visit Faroe Islands ger stórslignar Un-explored kampagnur, sum seta Føroyar á heimskortið. Men eisini tá ið tú møtir einum ferðandi við føroyskum gestablídni og nærleika
- Føroyar sum tjóð tekur ímóti flóttum. Men eisini tá ið tú hjálpir einum eldri við at bera innkeypssposan heim
- Føroyskur laksur útfluttur og seldur úti í heimi sum heimsins besti. Men eisini tá ið alarin sum ger sær ómak í dagliga arbeiðinum – eisini tá eingin sær tað
Soleiðis verða tú og eg ein partur av søguni um Merkið, og tá verða vit bæði umboðaði og umboðandi.
So, góðu tit:
Vit bera Merkið. Og Merkið – tað ber okkum.
Tí Merkið er meira enn ein dúkur í einum loti – tað er eitt hjartaslag í vindinum.
Tað minnir okkum á, hvørji vit eru – og hvørji vit vilja vera. Tað er eitt kall. Tað er heim.
Saman bera vit søguna sum varðveitir Føroyar, okkara land.
Góðan flaggdag, øll somul. Takk fyri!