Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.04.2025 18:01

Vinnararnir av skrivikappingini eru funnir

Runavíkar kommuna

Árliga skrivikappingin í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu er komin at enda, og teir tríggir vinnararnir vóru kunngjørdir á bókasavninum fríggjakvøldið:

1. vinnari er Svanna Jákupsdóttir við monologinum Stovnsrøkt
2. vinnari er Eydna Skaale við monologinum 02-07
Serstøka virðislønin til ungt fólk fór til Katrin Rannváardóttir Reistrup við monologinum Spegl, spegl…

Vit ynskja teimum trimum hjartaliga til lukku við avrikinum, og takka eisini teimum mongu sum góvu sítt íkast til skrivikappingina.

Um luttøkuna sum heild skrivaði dómsnevndin: 

Næstan 70 monologar komu inn. Eitt fjølbroytt savn. Tey best umboðaðu temuni vóru: missur, sorg / parlag  / nýmótans tøkni og okkara skundmikla tíð. 

Deyðin, missurin og sorgin, sum seta lívið í annað ljós, sum fáa teg at endurmeta teg sjálva og tín sosiala leiklut.

Familjan við børnum, sum liva í ótryggleika, tí at pápin er óður ella mamman er alkoholikari.

Tekstirnir vóru merktir av tí rúmsáttu allýsing, sum er fyri monologin, umboðandi bæði epikk og drama. Í summum førum er teksturin sum ein søga ella frásøgn við persónum og hendingum, í øðrum førum ein innanrøða um eitt eksistensielt evni ofta flættað saman við sálarsjúku ella tunglyndi, í uppaftur øðrum føri er talan um endurminningar lagdar í munnin á gomlum abba ella huldumanni. 

Sera hugaligt at so mong hava hug at skriva og luta sínar tankar við almenning.