Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.04.2025 09:55

Flaggdagshald 2025 á Strondum, røða og myndir

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Sum siður er, fór skrúðgongan frá Sjóvarlon og við bygdahúsið helt Sandra L. Østerø flaggrøðu. Aftaná varð boðið til drekkamunn og bygdaquiz í bygdahúsinum. Aftur í ár var undirtøkan sera góð, og tað gleðast vit um. 

Her er røðan, sum Sandra L. Østerø helt:

Flaggdagsrøða 2025 – Sjóvar kommuna

Góðu tit øll – gleðiligan flaggdag!

Tað er stuttligt at síggja so nógv fólk savnast her í dag. Tað er nakað serligt við at savnast henda dagin – at standa saman undir Merkinum og minnast, hvat tað merkir at hoyra til. Og mitt í hesi vøkru løtuni minnast vit, hvat vit eiga saman: eitt land, eitt mál, eina mentan. Eina felags søgu – og eina felags framtíð.

Í dag hátíðarhalda vit ikki bara eitt flagg, men tað, sum flaggið stendur fyri. Tað stendur fyri okkum – okkum føringar. Tað stendur fyri samanhald, fyri dirvi, og fyri ein vilja at ganga okkara egnu leið. Ein vilja, sum mangan hevur verið royndur – og verður tað framvegis.

Tí hóast várið er komið her heima, so eru myrkar tíðir úti í heimi. Kríggj, veðurlagsbroytingar, hóttanir, óvissa og djúpar ósemjur seta sín dám á okkara samtíð. Spenningar røkka heilt inn í okkara ríkisfelagsskap og minna okkum á, at tað, sum hendir úti í heiminum, eisini ávirkar okkum. Mangan kenna vit okkum smá í hesum stóru heimsmálum – men júst tá er tað týdningarmikið at styrkja okkara egnu røtur. At byggja eitt samfelag, har vit taka hond um hvønn annan, og har vit hava dirvi at standa saman – eisini tá ið tað brennur úti í heiminum.

Tí samanhald er ikki bara nakað, vit eiga at tosa um á serligum døgum. Tað er nakað, vit byggja hvønn einasta dag í gerandisdegnum. Tað byrjar við, at vit síggja hvønn annan. At vit lurta. At vit minnast, at eingin byggir eitt samfelag einsamallur. Tað gera vit saman.

Og júst í hesum døgum, tá alsamt meira av lívinum flýtur inn í talgildar heimar – á skíggjar og tól – má tað ikki gerast ein vani at gloyma hvønn annan. Serliga okkara børn eru í einum umhvørvi, har tað verður alsamt lættari at draga seg burtur frá felagsskapinum heldur enn at luttaka. Har tey dagliga møta einum heimi, ið bæði kann vera órealistiskur, óttafullur og niðurbrótandi.
Vit mugu sum foreldur og vaksin ikki látast ikki at síggja hetta, vit mugu lurta og vegleiða børnini í hesum talgilda heiminum. Tað er ikki altíð lætt, heldur ikki hjá okkum vaksnu, at leggja skíggjan frá okkum – men júst tí er tað so týdningarmikið, at vit royna. Tí børnini læra meira av tí vit gera, enn tí vit siga. Vit mugu vera fyrimyndir hjá børnunum og hjá teimum ungu. Tí tey eru okkara ábyrgd. Ikki ábyrgdin hjá øðrum foreldrum, hjá stovnunum ella skúlanum, men okkara sum foreldur og avvarandi. Tí er tað okkara ábyrgd at skapa rúm fyri veruligari samveru – fyri spæli, práti og nærveru. 
Vit mugu duga at røkja tey bond, sum halda okkum saman – eisini tá ið tað krevur okkara tíð og tol. At virða ymisleikan, síggja styrkirnar í hvørjum øðrum og minnast, at eingin stendur sterkari av at fáa onnur at kenna seg minni.

Mentanin – okkara sagnir, okkara tónleikur, okkara mál – er ein grundarsteinur í okkara tilveru. Tað er í mentanini, vit finna sambandið millum fortíð og framtíð, millum einstakling og felagsskap. Hon minnir okkum á, hvørji vit eru, og hvagar vit vilja fara. Og tað er við mentanini, vit geva okkara børnum ein stað at hoyra til – eitt rótfesti í einum heimi, sum broytist skjótari enn nakrantíð.

Men júst í hesum heimi, har alt flytur seg við ótrúligari ferð – og har nógv, sum áður kendist støðugt, nú skiftir skap – mugu vit eisini venda okkum ímóti tí, sum hóttir okkara grundarlag.

Ein av størstu avbjóðingunum í okkara tíð eru veðurlagsbroytingarnar. Tær eru ikki longur nakað fjart fyribrigdi – tær eru vorðnar ein partur av okkara veruleika. Vit merkja tær longu her heima: Miðalhitin í luftini er hækkaður, vatnskorpan er hækkað 30 cm seinastu 30 árini – og hækkar framvegis. Havið er vorðið súrari. Okkara náttúra er undir trýsti.

Men veðurlagsbroytingar raka eisini órættvíst. Tað eru ikki tey, sum dálka mest, ið kenna harðastu avleiðingarnar – men tey, sum hava minst at verja seg við. Og hóast vit eru lítil í fólkatali, so eru vit partur av heimsins ríkastu og mest dálkandi londum býtt á fólkatalið. Tað gevur okkum eina serliga ábyrgd. Tí vit hava bæði vitan og møguleikar – og tá eigur skylda at fylgja við.

Hetta minnir okkum á, hvussu skjótt alt kann broytast – og hvussu týdningarmikið tað er, at vit hugsa og handla við ábyrgd. Tað snýr seg ikki bara um at verja náttúruna, men eisini um at verja lív, tilverugrundarlag og framtíð. Og tað krevur, at vit hava dirvi at velja tað, sum er rætt – eisini tá ið tað ikki er tað lættasta. Vit mugu tryggja, at komandi ættarlið hava somu møguleikar sum vit. Tí hóast avleiðingarnar kunnu tykjast fjarðar fyri okkum, so er tað longu okkara børn og okkara ommu- og abbabørn, sum koma at merkja avleiðingarnar av okkara avgerðum.

Vit hava sum lítið samfelag eisini eina sterka rødd og ein serligan møguleika. Vit kunnu raðfesta skynsemi heldur enn ovurnýtslu, gagnnýta okkara egna tilfeingi og møguleikar her á landi og sjógvi nógv meira, og taka skilagóðar avgerðir, sum gagna bæði náttúru og fólki. Vit skulu vera minni bundin at øðrum og í størri mun gagnnýta tað, sum vit sjálv hava. Tað snýr seg um at samstarva, deila vitan og finna loysnir, sum halda – og sum gagna okkara samfelagi, okkara náttúru og okkara næsta.

Burðardygd, skynsemi og virðing mugu vera grundarsteinarnir undir teimum avgerðum, vit taka í dag. Tí hóast veðurlagsbroytingar eru ein av størstu avbjóðingunum, vit standa yvirfyri, so eru tær eisini ein møguleiki. Ein møguleiki at vísa, hvørji vit eru, og hvørja framtíð vit vilja byggja – saman.

Tí samstundis sum vit møta stórum trupulleikum, hava vit eisini nógv at fegnast um sum føroyingar. Seinasta árið hava vit sæð, hvussu nógv kann røkkast, tá vilji og samanhald ganga hond í hond. Føroysku landsliðini í hondbólti hava víst okkum, at vit – hóast vit eru smá í fólkatali – als ikki eru smá í førleika, dirvi ella ágrýtni. Seinastu árini hava tveir føroyingar umboðað Danmark í Eurovision, har teir hava eisini víst, at føroyskt listafólk standa seg væl – eisini á altjóða pallinum.

Hetta eigur at minna okkum á, at vit hava bæði evni og rætt til at umboða okkum sjálv í ítrótti, í mentan – og eisini í altjóða samstarvi um okkara egnu framtíð. Vit eiga at taka ábyrgd – og vit eiga eisini at krevja at fáa ábyrgd. Tí eingin kennir betur til føroyskar avbjóðingar og møguleikar enn vit sjálv.

Lat tað tí eisini verða partur av okkara vegi frameftir: at tora at standa fram, tora at umboða okkum sjálv, og tora at trúgva uppá, at einar sjálvbjargnar og burðardyggar Føroyar ikki bara eru eitt mál – men ein veruligur møguleiki.

Og tað er júst tað, sum flaggdagurin minnir okkum á: at hóast vit eru eitt lítið fólk, so hava vit stór virðir. Og tá ið vit standa saman, hava vit eisini stóra styrki.

So í dag – latið okkum ikki bara hyggja upp ímóti Merkinum. Latið okkum eisini hyggja inn í okkum sjálv. Hvat vilja vit, at Merkið skal standa fyri í framtíðini? Hvussu vilja vit menna okkara land og samfelag?

Eg vóni, at vit velja samanhald fram um sundurlyndi. At vit velja at skapa heldur enn at syrgja yvir, hvat ikki ber til. At vit duga at síggja tað vakra og serliga í tí føroyska – og geva tí rúm at vaksa.

Takk fyri at tit eru her. Takk fyri at tit eru partur av tí, sum Merkið stendur fyri.

Gleðiligan flaggdag – og gott vár øll somul.

Myndir: Sjóvar kommuna