Tíðindaskriv/ Heilsurøktarafelagið
Leygardagin 26. apríl hevði Heilsurøktarafelagið aðalfund.
Val og uppskot um viðtøkubroytingar vóru millum evnini á skránni.
Undan fundinum hevði talgilt nevndarval verið. Tí var longu greitt áðrenn, at teir báðir nevndarlimirnir, sum stóðu fyri vali vóru afturvaldir. Ein tiltaklimur skuldi veljast á fundinum, og eisini har var talan um eitt afturval.
Ongar viðtøkubroytingar vóru samtyktar á hesum sinni.
Bingerð H. Fosságil er forkvinna í Heilsurøktarafelagnum. Annika E. Breiðaskarð, Elsebeth Samuelsen, Elisabeth Eið Eliassen og Linda A. Jacobsen eru nevndarlimir. Ella N. Heinesen og Silja Michalsen eru tiltakslimir.