Seint seinnapartin í dag fekk sløkkiliðið í Eysturkommunu boð um, at ein maður var komin illa fyri í haganum.
Sløkkiliðsmenn, saman við portørum frá ambulansatænastuni, fóru avstað, nakað niðan á Leirvíksfjall, omanfyri fótbóltsvøllin, har maðurin lá.
Maðurin, sum var føroyingur, var borin oman í øllum góðum og sendur á Landssjúkrahúsið. Eftir øllum at døma hevði hann brotið beinið.