Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.04.2025 13:22

Suðuroyartunnilin fer neyvan at hava vónaða virknaðin

Lesarabræv

Soleiðis er mín niðurstøða eftir at hava hugt eftir tølum fyri virknaðin av undirsjóvartunlunum, ið higartil eru gjørdir. Virknaðirnir (effektirnar) av undirsjóvartunlunum hava verið sera ymiskir. Vága- og Sandoyartunlarnir síggja út til at hava givið fólkatalsligt viðrák (success), Eysturoyartunnilin sær út til ikki at hava stórvegis virknað á Eysturoynna sum heild, men á ávísar partar av oynni. Norðoyartunnilin sær út til at hava verið eitt vónbrot, og mín greiða fatan er, at Suðuroyartunnilin helst fer at líkjast meiri Norðoyatunlinum enn t.d. Vágatunlinum. 

Hetta eru øgiliga provokerandi útsagnir, bæði fyri suðuroyingar, men sanniliga eisini fyri norðoyingar. Orsøkin til niðurstøðuna er, at eg ikki havi hugt eftir absolutta fólkatalinum, men eftir lutfalsligu fólkatalsgongdini í økjunum, ið higartil hava fingið undirsjóvartunnil. Hetta er ein ábending  (indikator) um virknaðin av tunlinum. Eg havi prosentroknað tey tíggju árini frá og til tunnilin lat upp og árini, síðani tunnilin lat upp. Vágatunnilin lat upp í 2002; virknaðurin er mátaður frá og við 2003 og 10 ár fram. Norðoyatunnilin lat upp í 2006; virknaðurin er mátaður frá og við 2007 og 10 ár fram. Eysturoyartunnilin lat upp í 2020; virknaðurin er mátaður frá og við 2021 og 5 ár fram. Sandoyartunnilin lat upp í 2023; virknaðurin er mátaður frá og við 2024 og 2 ár fram. (Strangt tikið átti hetta at verið roknað frá upplatingardegnum, men hesi tølini frá 1. januar geva tó eina grova ábending av virknaðinum.) 

  • Vága øki fekk positivan virknað longu árið fyri tunnilin lat upp. Hetta bendir á, at har hevur verið ein framsíggjandi (anticipatoriskur) virknaður av tunlinum, men eisini síggja vit ein greiðan lutfalsligan meirvøkstur í Vágunum tey tíggju árini eftir at Vágatunnilin lat upp. Vágatunilin gav eitt viðrák, og negativa gongdin vendi heilt greitt, tá tunnilin kom – enntá eitt sindur áðrenn.
  • Sandoyar øki tykist at uppliva líknandi virknað sum Vága øki. Eftir eina drúgva niðurgongd í lutfalsligum fólkatali, vendi lutfalsliga fólkatalið sama ár, ið tunnilin kom. Eisini ein ávísur framsíggjandi virknaður, og tey tvey árini síðani tunnilin lat upp benda á, at virknaðurin fer at vera líkur tí hjá Vága øki, og at Sandoyartunnilin tískil gevur viðrák.

Mítt frágreiðingarmodell er her, at talan í báðum førum var um tvey rættiliga undirment (afturútsigld) øki, ið knappliga vórðu knýtt at hámentu Streymoynni og harvið fingu atgongd til ein stóran og knappligan samfelagsligan framburð. Tí hava hesir báðir tunlar givið viðrák – verið sukseir. Einasta harmiliga er, at Sandoyartunnilin ikki varð gjørdur longu fyri 20 árum síðani. Hann átti – í baksýnis klára ljósi – at havt verið tann næsti undirsjóvartunnilin. Trupulleikin er, at politiska umboðanin í Sandoynni hevur verið ov veik.

Niðurstøðan er, at Vágar og Sandoy eru broyttar frá at vera útjaðari til at gerast “miðjaðari”, tvs. tey økini, ið eisini populert verða nevnd “forstaðir” hjá miðstaðinum.

Norðoyatunnilin: vónin, ið brast

  • Norðoya øki var longu minkað munandi lutfalsliga í mun til restina av landinum, tá tunnilin kom í 2006. Væntanir vóru til, at tunnilin fór at venda skútuni og geva ein stóran samfelagsligan framburð, men tølini benda ikki á hetta. Í staðin helt Norðoya øki fram at minka lutfalsliga í mun til Føroyar sum heild – við einum lítlum upplopi fyrst í 10’unum. Við øðrum orðum var Norðoyatunnilin eitt fólkatalsligt vónbrot, og lutfalsliga er fólkatalið í Norðoyggjum áhaldandi minkað heilt fram til í dag. Eg havi eisini hugt eftir tølum fyri Klaksvíkar kommunu einans, men tølini er einans smávegis frægari enn fyri Norðoyggjar sum heild.

Mítt frágreiðingarmodell er, at Norðoyggjar longu frammanundan var eitt rættiliga ment øki, ið hevði nógv at missa, men lítið at vinna. Sum eg longu vísti á fyri 20 árum síðani, fór Norðoyatunnilin at gagna Eysturoynni meiri enn Norðoyggjum, tí meðan norðoyingar nú knappliga sluppu úr sínum menta øki til eitt lutfalsliga minni ment øki, sluppu eysturoyingar nú tveir vegir: bæði til Norðoyggjar og til Streymoynna. Norðoyggjar hava upplivað fleiri ítøkilig bakkøst vegna fasta sambandið. Tunlarnir hava verið brúktir sum grundgevingar hjá landsmyndugleikunum at miðsavna almennar tænastur, og alment virksemi í Norðoyggjum er í støðugum vanda fyri at verða niðurlagt. Eisini summar privatar fyritøkur hava valt Norðoyggjar frá.

  • Eysturoyartunnilin hevur eftir øllum at døma ikki havt nakran fólkatalsligan virknað fyri økið sum heild. Tó at økini beint við tunnilsmunnan hava havt stóran fólkatalsvøkstur, bæði absolutt og lutfalsliga, hevur Eysturoy ikki upplivað nakran meirvøkstur í mun til tann vøkstur, ið oyggin longu hevði frá 2014 og fram. Tvs. at her er onkur onnur orsøk til fólkatalsvøksturin í oynni. Helst er svarið at finna í stóra vinnulívsvøkstrinum í oynni seinasta áratíggið.

Mítt frágreiðingarmodell er, at gaman í hava sunnastu økini í oynni havt lutfalsligan meirvøkstur, men norðaru økini í oynni hava hinvegin upplivað minnivøkstur. Tískil kann sigast, at Eysturoyartunnilin hevur havt ein blandaðan virknað. Í veruleikanum hevur hann mest ført til eina innanhýsis nettoflyting í Eysturoynni – frá norður til suður. (Eysturkommuna liggur í miðjuni.) Orsøkin til misjavna virknaðin er eisini, at Eysturoyggin longu hevði fast samband við Streymoynna framman undan.

Niðurstøðan er, at bæði Eysturoy og Norðoyggjar eru vorðin miðjaðarar, men at partar av Norðuroyggjum og Norðureysturoy eru í vanda fyri at gerast útjaðarar við harvið fylgjandi fólkatalsminking – bæði lutfalsliga, men eisini absolutt. 

Suðuroyartunnilin: eitt falsk lyfti

Hvussu kann hetta tulkast í mun til Suðuroyartunnilin? Mín fatan er greið. Vágatunnilin og Sandoyartunnilin góvu viðrák, tí teir knýttu lágment øki at hámentasta økinum Streymoynni. Hinvegin hevði Eysturoyartunnilin ein blandaðan virknað, ið hevur flutt menningina frá Brúnni um Streymin suður til Eysturoyartunnilin. Norðoyatunnilin var eitt vónbrot, men tað kann eisini lutvíst hava við at gera, at norðoyingar ikki hava dugað at lofta teir menningarmøguleikar, ið tunnilin gav. 

Mín fatan er, at Suðuroyartunnilin eisini verður eitt vónbrot, tí fortreytirnar hjá Suðuroy eru enn verri enn hjá Norðoyggjum. Suðuroyartunnilin fer ivaleyst at gagna Sandoynni meiri enn Suðuroynni. Suðuroyggin verður jú knýtt at einum øðrum lutfalsliga minni mentum øki, og sostatt fer Suðuroyggin frá at vera ein “forstaður” hjá Streymoynni til at gerast ein “forstaður” hjá Sandoynni. Mín fatan er, at Suðuroyartunnilin fyrst og fremst fær tann virknað, at menningarstøðið framhaldandi lækkar í útjaðaranum Suðuroy og hækkar í nýklakta “miðjaðaranum” Sandoy. Eg vænti enntá, at suðuroyingar í ávísan mun fara at flyta til Sandoynna, har tað bæði ber til at røkja starv í Streymoynni og samstundis hava frítíðarvirksemi í Suðuroy – t.d. seyð, frítíðarhús o.l.

Tað er ilt at spáa um framtíðina, men við støði í (heldur grovu) tølunum í hesi grein, er mín fatan, at Suðuroyartunnilin neyvan fer at hava vónaða virknaðin. Sagt við øðrum orðum er váði fyri, at vit brúka eina ørandi upphædd upp á eina verkætlan, ið vísir seg ikki at hava ætlaða samfelagsliga virknaðin.  

Tá vil eg spyrja bæði suðuroyingar og Føroya Løgting: kundu hesar nógvu milliardir verið brúktar meiri effektivt í mun til menning av Suðuroynni sum lokalsamfelag? 

Keldur: 

  • Hagstova Føroya. (2025). IB01010 Fólkatalsbroytingar skiftar á fødd, deyð, flutt, bygd og mánaðir (1985-2025). (tøl fyri 1. Januar hvørt ár, økisfólkatal býtt við landsfólkatal)
  • Kristiansen, S. M. (2024). Kommunur í eini broytingartíð. Sprotin.
  • Landsverk. (2025). Vegtunlar í Føroyum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur