Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Í kvøld hækkar hann í útsynning og veksur hann vindin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og einstøk æl, í støðum kanska sólglottar. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, sum frá líður vestan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin 7 til 12 stig, í nátt minkandi til millum 4 og 7 stig.
Sólarris: 05:16 Sólsetur: 21:33