Myndir/video: Eysturoyarportalurin
Tað hevur verið landsynningur og nógvur vindur og við stórari aldu í nakrar dagar. Og merkist hetta serliga í bygdunum sum venda eystureftir, har brimið hevur staðið í grasið.
Tað eru dagar sum hesar, at vit mugu veruliga seta eyka prís uppá forfedrar okkara, sum bygdu okkara land, bæði á sjógvi og landi.
Vit vóru framvið í nøkrum brimplásum við myndatólinum í morgun.





























