Mynd: KVF
Pf. Regn á Toftum hevur fyrrapartin keypt línuskipið Borðoyarnes á tvingsilssølu. Ætlanin er tó ikki at brúka skipið til fiskiskap. Hetta veit VP at siga í dag.
Pf. Regn eigur línuskipini Stapan og Jógvan I, og nú eisini Borðoyarnes.
Línuskipið Borðoyarnes er bygt á Skála skipasmiðju í 1963. Skipið hevur áður itið Strandingur og Vesturhavið.
Síðstu árini hevur smápartafelagið Deep C Fishing í Klaksvík átt skipið.
