Mynd: Hávard A. Vatnhamar
Í kvøld 30. januar hevur Leirvíkar Missiónshús eina áhugaverda framløgu, tá ið Hávard Absalonsen Vatnhamar kemur á vitjan, har hann kemur at greiða frá sínum lívi heilt frá einum arbeiðsskaða á Norðsjónum í 1992 til Paralympisku Marathon renningina í Tokyo í 2021, og hvussu Gud hevur verið við á lívsleiðini.
Tiltakið byrjar kl. 20.00.
