Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.02.2023 14:10

2-0 til Víking í Sarpugerði

Mynd: Eysturoyarportalurin

Á middegi í dag tók Víkingur ímóti argjamonnum í Sarpugerði í VFF Cup.

Nakað av vindið var eftir vøllinum, men tóktist ikki at darvað spælið alt ov nógv.

Víkingur vann dystin 2-0. Finnur Justinussen skeyt bæði málini fyri heimaliðið. Fyrsta málið var eftir eitt framúr einmansavrik frá Olaf Bárðasyni.

Liðið hjá Víkingi: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Aron J. Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason, Geza Turi, Olaf Bárðason – Martin Klein, Finnur Justinussen.

Seinni komu hesir inn: Andreas L. Olsen, Poul Kallsberg og Páll Eirik Djurhuus.