Mynd: Skýggjamynd
Sí forkunnuga filmsupptøku frá Fuglafirið frá 1963, sum Árni Sigurðsson tók.
Tað sæst, at nýggja tíðin er um at taka yvir. Á fjørðinum liggja bátar í hópatali, meðan fullfermdur útróðrarbátur leggur at landi. Nýggj hús koma upp, meðan onkur eldri hús við flagtakið síggjast inn í millum húsalonirnar.
Dreingir á súkklu á vegnum og seyður gongur leysur á bønum ímillum húsini.
