Mynd: Missiónshúsið á Strondum
Missiónshúsið á Strondum skipar fyri Missiónsviku hesa vikuna. Missiónsvikan byrjaði í gjár, og endar sunnukvøldið 26. februar.
Nógv ymiskt er á skránni á missiónsvikuni 2023. Nevnast kann familjumøti, juniormøti, gudstænastur, morgunkaffi, ungdómsmøti, umframt tey vanligu kvøldmøtini.
Aftaná møtini er drekkamunnur.
Til møtini fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin er barnaansing.
Eisini verða møtini stroymd á facebooksíðuni hjá missiónshúsinum.
Øll eru vælkomin.
Skráin fyri missiónsvikuna:

