Myndir: Eysturoyarportalurin
Fyrsti várdagur er farin afturum og veðrið seinastu dagarnir hevur verið sera gott. Og veðurforsøgnin sigur eisini, at gott veður verur fleiri dagar fram.
Í dag vóru so tvey tjøldur at síggja á vegnum um Eiðisskarð.
Enn eru tó nakrir dagar til Grækarismessu, men fyrstu tjøldrini hava longu funnið vegin norð til klettarnar.
Nú hómast várið hjá okkum.

