Myndir: Eysturoyarportalurin (Venus og Jupiter omanfyri Skálabygd)
Jupiter og Venus síggjast í kvøld sum um at tær mussast, men í veruleikanum eru tær sera langt frá hvørjari aðari. Heili 600 milliónir kilometrar er fjarstøðan millum tær. Hetta er eitt fyribrygdi sum kallast “conjunction”.
Eysturoyarportalurin tók hesa myndini í kvøld av einum sera vøkrum og stillum Skálafjørði, við Jupiter og Venus omanfyri.

