Mynd: Kristfest
KRISTFEST hevur savnað fleiri av okkara fremstu gospeltónleikarum til eitt brak av einum
festivaldegi í Nesvík. Umframt føroysku bólkarnar eru eisini kend útlendsk nøvn á skránni.
Tónleikaliga fevna bólkarnir víða, men øll hava tað til felags, at tey syngja um Kristus.
Festivaldagurin KRISTFEST verður í høllini í Nesvík leygardagin 01.04.23.
Fyrsti bólkurin fer á pall kl. 13:00 og festivaldagurin endar á leið kl. 02:00 sunnumorgunin.
Tey luttakandi eru:
Hans Inge Fagervik (no)
Ulf og Philip Christianson (se)
Gospel Systers (dk)
Teenstreet bólkurin (fo)
Magni Christiansen (fo)
Eyðun Jacobsen v.m. (fo)
Heine Lutzen (fo)
T.O.S. (fo)
Rútmiska kóri hjá Háskúlanum (fo)
VOX (fo)
Heðin Askham (fo)
Blátt Gras (fo)
Anna Lovisa Mýri (fo)
Til ber at bíleggja innivist í Leguhúsinum og pláss er eisini til eini 50 húsvognar á økinum við
Leguhúsið.
Húsvognar og tey, sum hava bílagt sær innivist sleppa inn á økið og Leguhúsið frá kl. 16:00
fríggjadagin 31. mars.
Festivalpass kostar 550 kr.
Húsvognur 300 kr.
Gisting eina nátt í Leguhúsinum 200 kr.
