Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.03.2023 09:06

Keldan bjóðar til stóra páskastevnu

Mynd: Keldan

Páskirnar nærkast, og í ár bjóðar samkoman Keldan til stóra páskastevnu. 

Tað verða ikki færri enn tveir viðurkendir útlendskir gestatalar við. Talan er um svenska Joakim Lundqvist, ið hevur talað í fleiri enn 50 londum og norska Mats-Ola Ishoel, ið seinastu mongu árini hevur virkað í Russlandi. Harumframt kemur Búgvi Olsen, ein av pastorunum í Kelduni, at tala. 

Stevnan byrjar skíriskvøld, og skráin hevur nógv gott at bjóða fram til 2. páskakvøld. Kafé Keldan spílar seg eisini út og hevur okkurt gott til mata millum so at siga øll møtini. 

Kunning á keldan.fo