Mynd: Eysturoyarportalurin
Sólin skein vakurt á Skálafjørðinum, men hitin segði ikki meira enn 6 stig í bilinum, tá Eysturoyarportalurin fór á vitjan.
Tað var friðarligt á kontórinum í morgum, tá vit stukku inn á gólvið hjá Havnarmeistaranum Brandi Højgaard á Runavíkar Havn. Nøkur fá skip lógu við bryggju, meðan sjálvur havnarmeistarin gekk og tosaði í telefon.
Skjótt var tó ein kaffikoppur stungin tær í hondina og telefonin løgd á borðið.
Skjótt fall prátið inn á Russland og aktuellu støðuna við russiskum skipum í føroyskum havnum. Og hvat alt hetta inniber fyri Føroyar, føroyingar og allar tær avleiddu vinnur, sum hetta hevur við sær. Eitt sera breitt og komplekst evni, var semja um.
Í Runavík hava nógv russisk skip ligið við bryggju millum ár og dag. Og í morgun var einki undantak. Eitt av russisku skipunum sum lá har, var 115 metur langi fiskitrolarin Mekhanik S. Agapov, sum er bygdur í 2014. Fólk sum búgva í Saltangará, og tey sum ferðast nógv har á leiðini, munnu kenna bátin aftur við sínum eyðkenda grøna liti.
Vit fingu upplýst frá Havnarskrivstovuni, at síðani ársskifti, hava tilsamans 29 russiskir trolarar verið í Runavík, meðan tilsamans 26 farmaskip við útlendskum flaggi, men við russiskari manning, hava ligið við bryggjuna í Runavík.
Í kjalarvørrinum av tí kjakið sum í seinastunni hevur stungið seg upp, so fingu vit upplýst, at eitt av sokallaðu russisku “njósnaraskipinum” Lira, lá við bryggjuna í Runavík tann 27. mars í ár. Meðan Ester eisini hevur verið á Runavíkini, men tó ikki í hesum árinum.
Um hesi russisku skipini hava njósnast ella njósnast í Føroyum er ikki gott at vita. Tað eru heldur eingin prógv, sum eru komin undan kavi her í Føroyum, sum stuðla tí prátinum. Tað er upp til avvarðandi mynduleikar, at finna útav um so er. Tað kann Eysturoyarportalurin ikki siga nakað um.
Tíðin gongur skjótt. Kaffikoppurin var tømdur og takka var fyri eitt hugnaligt og áhugavert prát. Síðani gekk leiðin heimaftur eftir flaggskrýddur vegunum, nú Mentunarvikan í Runavík er í hæddini.


